Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá ið sjálvmorð er einasti útvegur

tíðindaskriv

27 føroyingar tóku, í tíðarskeiðnum 2002 – 2011, lívið av sær sjálvum, sambært hagtølunum hjá landslæknanum. Hóast hetta er væl færri enn í londunum rundanum okkum, er tað alt ov nógv. Tí hevur Blákrossheimið bjóðað Bente Hjorth Madsen til Føroya, at halda ein fyrilestur um hvat tað er, ið ger at menniskjan kemur har til, at sjálvmorð er einasta loysn.

Í dagsins samfelagi, í okkara arbeiði og sum einstaklingar møta vit tíðum menniskjum, sum ikki megna sín egna veruleika, og ikki ynskja at liva meira.

Kenslan av avmakt og hjálparloysi kann vera tung at bera.

Eg síggi fram til, at hoyra fyrilesturin hjá Bente Hjorth Madsen, sum í mong ár hevur arbeitt við hesum evninum,” sigur Olga Magnussen leiðari fyri blákrossheimið.

Til fyrilesturin setur Bente Hjorth Madsen m.a spurningin, um tað einamest eru menn sum koma í

kreppu, og hava sjálvmorðstankar? Í nútíðar ráki har positiv psykologi er nógv framm,i er tað somuleiðis eisini áhugavert at spyrja, hví lívið fyri summi er ein jalig avbjóðing, meðan tað fyri onnur ein byrða sum er ov tung at lyfta.

Bente Hjorth Madsen er fødd í 1947, og varð útbúgvin cand.psych á Københavns Universitet í 1974. Aftaná lokna útbúgving byrjaði hon, at arbeiða við børnum í skúla høpi, men fór frá hesum tí hon heldur vildi arbeiða innan sálarsjúkufrøði.

Bente er serkøn innan sálarviðgerð og ráðgeving. Hon hevur nógvar royndir innan bæði ungdóms- og rættar sálarsjúkufrøði.

Í 1996 varð hon set í starv sum leiðari av nýggjari miðstøð fyri fyribyrging av sjálvmorð, har hon starvaðist inntil 2008. Eftir hetta tók hon parttíðarstarv, sum seniorsálarfrøðingur. Í 2011 legði hon frá sær við eftirløn, og hevur síðani arbeitt sum frílansi.

Fyrilesturin kostar 500,- kr. og verður tann 30. mai í norðurlandahúsinum. Til ber at tekna seg við at ringja á nummar 351 351, í seinasta lagi 23. mai 2013.