Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá Klaksvíkar Sjúkrahús hevur mist sína leiðslu vendist ongantíð aftur!

Herfrí Sørensen, býráðslimur

Tað undrar meg sum býráðslim í Klaksvíkar kommunu, at ein fyrrverandi býráðslimur í Vágs kommunu skal hava tað sum høvuðsmál at avtaka sjálvstøðuga identitetin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí uttan henda leiðslurætt verður eingin menning og framburður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Skaðin verður óbøtandi, tí tað vendist ongantíð aftur!

 

Tað undrar meg sum býráðslim í Klaksvíkar kommunu,at ein fyrrverandi býráðslimur í Vágs kommunu skal hava tað sum høvuðsmál atavtaka sjálvstøðuga identitetin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí uttan hendaleiðslurætt verður eingin menning og framburður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Skaðinverður óbøtandi, tí tað vendist ongantíð aftur!

 

 

Fyri nøkrum døgumsíðan fingu vit eina framskygda heilsuheildarætlan fyri norðurøkið, sumleiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur verið ein stórur partur av at gera, sumfer at gera norðurøkið til undangonguøki innan heilsutænastur.

 

Eisini fyriokkum í Klaksvíkar Býráð hevur henda ætlan stóran týdning og ávirkan, tí nakrarav teimum tænastum, sum eru partur av hesari heilsuheildarætlan, hevur kommunanlutvísa ábyrgd av, og tí er hesin spurningur eisini eitt álvarsmál fyri okkum,sum manna Klaksvíkar Býráð.

 

Leiðslan á KS er fortreyt
fyri heilsuheildarætlanini

Hendaspennandi og nýhugsandi heildarætlan leggur m.a. upp til, at allarheilsutænasturnar í Norðoyggjum verða staðsettar á sama staði og harvið atskapa eitt mennandi fakligt heilsuumhvørvi, har brúkarin er í miðdeplinum og færallar tænastur á einum staði.

 

Í hesum áliti,sum hugsar tvørtur um mørk og forðingar, verður greitt frá, at ein avgerandifortreyt fyri hesari heildarætlan er, at sjálvstøðuga leiðslan á KlaksvíkarSjúkrahúsi verður varðveitt saman við verandi tilbúgving á staðnum.

 

Somuleiðis erpúra greitt, at heildarætlanin als ikki hevði sæð dagsins ljós, um einginsjálvstøðu leiðsla var á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – snøgt sagt av tí einføldu orsøk,at so var eingin sjálvstøðugur myndugleiki á Klakvíkar Sjúkrahúsi at gera hesaætlan saman við.

 

Leiðslan áKlaksvíkar Sjúkrahúsi hevur her víst eitt framskygni, sum er gull vert fyri altokkara heilsuverk, og sum kann smitta av til aðrar partar av landinum. Hon mátí ikki avtakast sum sjálvstøðugur myndugleiki við rætti at handla og hugsaframrættað!

 

Heilsuheildarætlanin ongan
áhuga hjá Kringvarpi Føroya

Merkiligt nokkhevur henda spennandi og mennandi ætlan, sum telur umleið 90 blaðsíður, als onganáhuga hjá Kringvarpi Føroya, sum heldur savnar seg um at lýsa føroyskaheilsuverkið frá sjónarhorninum hjá Landssjúkrahúsinum og læknunum har ástaðnum.

 

Og gongur tað,sum okkara núverandi landsstýriskvinna í heilsumálum ætlar, so hevði hendaframrættaða ætlan als ikki verið til í dag, tí Siri Stenberg ætlar at avtakaleiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Aftur í morgunbleiv Føroya fólk vakt av, at Útvarp Føroya hevði enn eina samrøðu við landsstýriskvinnuna,sum ikki sær út til at hava hug at steðga við sínum ætlanum at gera altsjúkrahúsverkið til eitt sjúkrahús við einari sentralari leiðslu, sjálvt umnógvar ávarandi røddir hava verið frammi og biðið hana gevast við hesum.

 

Uttan sjálvstøðugu leiðsluna
verður eingin dynamikkur á KS

Vit íNorðoyggjum vita av ringum royndum, hvussu stóra mótstøðu Klaksvíkar Sjúkrahúshevur millum fleiri leiðandi fólk á Landssjúkrahúsinum, men tað undrar meg sumbýráðslim í Klaksvíkar kommunu, at ein fyrrverandi býráðslimur í Vágs kommunuskal hava tað sum høvuðsmál at avtaka sjálvstøðuga identitetin hjá KlaksvíkarSjúkrahúsi.

 

Uttan hendaleiðslurætt verður eingin menning og framburður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eingindynamikkur. Skaðin verður óbøtandi, tí tá vendist ikki aftur.

 

Tí heiti egstaðiliga á landsstýriskvinnuna um beinanvegin at gevast við hesumavtøkuætlanum, tí tá ið Klaksvíkar Sjúkrahús er avtikið sum sjálvstøðugurstovnur við egnari leiðslu, tá vendist ongantíð aftur. Skaðin verðu óbøtandi.

 

Herfrí Sørensen
Býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu

Harleywoodpaint