Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá leiðslan í Klaksvíkar Býráð varð tikin av ræðið

John William Joensen

Í dag eru flestu samd um at tað var rætt at Klaksvíkar Kommuna eins og aðrar kommunur í landinum tók ábyrgd av ítróttarhøllunum. Men viðgerin í og uttan um býráðið meðan býráðsval var í hæddini er áhugaverd har endin gjørdist at baði umsiting og politiska leiðslan í býráðnum var tikin av ræði.

Í dag eru flestu samd um at tað var rætt at Klaksvíkar Kommuna eins og aðrar kommunur í landinum tók ábyrgd av ítróttarhøllunum. Men viðgerin í og uttan um býráðið meðan býráðsval var í hæddini er áhugaverd har endin gjørdist at baði umsiting og politiska leiðslan í býráðnum var tikin av ræði.

Her er nakað av samskiftinum sum var millum ymisku partarnar.

Í 2011 byrjar samskiftið millum Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Sparikassa um fíggjarstøðuna hjá Badmintonhøllini. Nógvir eru leikir í longum talvi og hallarmálið er heitt meðan seinasta býráðsval er í hæddini. Alt endar við at Atli Justinussen, býráðslimur, tekur málið í egnar hendur og saman við minnilutanum í býráðnum atkvøður fyri at Kommunan skal yvirtaka báðar hallirnar fyri 14,8 mió. Kr.. Samstundis kom politiska leiðslan í býráðnum í minniluta og tilráðing frá umsitingini hjá býráðnum um ein sjálvsognarstovn varð kveistra av borðinum. Í baksýnið kann man eisini staðfesta at hallarmálið gjørdist byrjanin til endan av samstarvinum millum Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin í býráðnum og tá úrslitið av býráðsvalinum var greitt skipaði Sjálvstýrisflokkurin samgongu saman við undanfarna býráðsminniluta.

Badmintonhøllin var bygd á politisk lyftir sum ongantíð gjørust til veruleikar

Ein kann av røttum spyrja hví fíggjarumstøðurnar hjá nýggju badmintonhøllini gjørdust so trupul longu frá fyrsta rakstrarárinum og við at lesa skjalatilfar sum Norðlýsið hevur fingið innlit í er orsøkin uttan iva politisk ynski og lyftir sum ongantíð gjørdust til veruleikar. Harafturat gjørdist byggingin av høllini dýrari enn roknað var við upprunaliga.

Tað er tó púra greitt at Klaksvíkar Kommuna vildi hava eina nýggja Ítróttarhøll men kommunan metti seg ikki hava ráð til at byggja hana sjálv.

Í drúgvum skjalainnlitið sum Norðlýsið hevur fingið gongur fram at tað var Klaksvíkar Kommuna sum upprunaliga samskifti við Norðoya Sparikassa um at fáa bygt eina nýggja ítróttarhøll, men endin var at Klaksvíkar Badmintonfelag skuldi byggja høllina. Tá sitandi býráð við Steinbjørn O. Jacobsen sum borgarstjóra metti at umráðandi var fyri býin at fáa eina ítróttarhøll afturat og býráði játtaði at stuðla verkætlanini.

Tann 23. februar 2004 sendir Klaksvíkar Badmintonfelag eina íløguætlan í samband við at felagið hevur ætlanir at byggja eina nýggja ítróttarhøll.

Samlaður byggikostnaður við byggirentu 15 mió. Kr.

(RED: Høllin kostaði góðar 23 mió. Kr. v/MVG tá hon var tiki í brúk í November 2007)

Eginpeningur frá:

Klaksvíkar Kommunu 300.000 kr.

Shell 150.000 kr.

Sp/f Norðhús 300.000 kr.

Klaksvíkar Badmintonfelag 100.000 kr.

Viðareiðis Kommuna 75.000 kr.

Treysti 50.000 kr.

Klaksvíkar Fimleikarfelag 25.000 kr.

Borgaru konto í NS 200.000 kr.

Tilsamans 1,2 mió. Kr.

( RED: Endaliga talið á eginpeninginum bleiv 2 mió. Kr.)

Íløgustuðul á 30% frá Klaksvíkar Kommunu á 4,5 mió. Kr.

Íløgustuðul á 40% frá landinum á 6 mió. Kr.

(RED: Stuðulin frá Mentamálaráðnum bleiv 4,5 mió. Kr)

Neyðug lántøka 3,3 mió. Kr.

Rakstrarætlan (red: Bert høvuðstøl)

Rakstrarútreiðslur íalt kr. 936.000

Leiguinntøkur íalt kr. 1.329.400,-

Í inntøkunum hjá høllini var upprunaliga roknað við 225.000 kr frá Kommununi fyri leigu til fólkaskúlan.

Longu í 2009, lítið meira enn eitt ár eftir at høllin er tikin í brúk er greitt at raksturin røkkur hvørki til rentur ella til avdráttir.

Og tað er greitt at trupulleikin liggur hjá Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu sum umvegis badmintonfelagið beinleiðis samskifta nógv um málið.

Tann 9. juni 2011

sendir kommunustjórin ein teldupost til stjóran í Norðoya Sparikassa:

…. klaksvíkar badmintonfelag minnir meg rímiliga javnan á teirra mál….

…. hvat heldur tú er næsti leikur í hesum málið….

…. hava tit í norðoya sparikassa lýst málið nærri? Hava tit boð uppá loysn – ella tilgongd?…

Tann 9. juni 2011

sendir kommunustjórin ein teldupost til formannin í badmintonfelagnum:

… vit eru tíverri ikki komin serliga langt, tí tað eru so nógv onnur áleikandi mál…

… havi umrátt málið aftur við formannin og skrivaran í mentunnarnevndini….. kanska er frægast at vit allarfyrst tosað aftur við sparikassan um hvussu teir síggja málið….

Tann 20. oktober 2011

skrivar formaðurin í kl. Badmintonfelag til Kommunustjóran.

Hann spyr enn einaferð um nakað nýtt er í málinum og greiður frá at felagið hevur kallað saman til aðalfundar at skipað ein sjálvsognarstovn….

Tann 20. oktober 2011

skrivar kommunustjórin til formannin í kl. Badmintonfelag:

… sum nevnt høvdu vit ein fund við sparikassan har vit yvirskipað umrøddu umstøðurnar. Eftir fundin skuldi sparikassin kontakta tykkum fyri at fáa fulltrú frá felagnum til at fara víðari við eini møguligari loysn…… í løtuni bíðar kommunan eftir einum útspælið frá sparikassanum.

Tann 2. november 2011

er málið um fíggjarviðurskiftini hjá kl. Badmintonhøll til viðgerar á fundi í mentunnarnevndini.

Tann 24. november 2011

sendir formaðurin í badmintonfelagnum ein teldupost til kommunustjóran:

… tað er komið eitt fulltrú frá NS sum vit skulu taka støðu til…. vit ætlað at skriva undir ein av komandi døgunum tí vit hava ikki aðrar møguleikar…. er hetta í samsvar við tykkara áhugamál ella hava tit eitt alternativ…..

Tann 28. november 2011

Tikist kommunan hava tikið støðu um ikki at fara inn í samráðingar at yvirtaka skuld hjá Badmintonfelagnum í sparikassanum og tí skrivar kommunustjórin til formannin í badmintonfelagnum:

…. sum støðan er, hevur kommunan ongar viðmerkingar til málið tí hetta er ein spurningur millum tykkum sum debitor og sparikassan sum kreditor……. kommunan hevur ongar avsetingar til at fara inn í málið… hinvegin ynskja vit alt tað besta bæði fyri tykkum og Sparikassan….. sostatt hava vit í løtuni ongar viðmerkingar ella nakað alternativ á borðinum….

Tann 14. desember 2011

leggur býráðslimurin, Steinbjørn O. Jacobsen, sum var borgarstjóri tá høllin bleiv bygd, vegna minnilutan, mál um Klaksvíkar Badmintonhøll til Klaksvíkar Kommunu til viðgerar og støðutakan..

… sum vit skilja er fíggjar byrðan ov tung hjá felagnum… torført er at klára fíggjarligu skyldurnar fyri ikki at siga ómøguligt….

… er spurningurin um ikki frægasta loysnin er, at klaksvikar kommuna yvirtekur høllina sum einasti eigari….. høllin er hildin fyrimyndarligt og er í besta standi…..

… mælt verður tí til at samráðingar verða skjótast gjørligt við Klaksvikar Badmintonfelag har útgangstøði er at kl. Kommuna ognar sær høllina…… (undirskrivað av býráðslimum í minnilutanum)

Tann 10. januar 2012

sendir kommunustjórin ein teldupost til nevndarlimir í badmintonfelagnum, leiðsluna í býráðnum og í sparikassanum:

… á stuttum fundi í dag við klaksvikar badmintonfelag boðaði felagið frá at raksturin av høllini als ikki stendur mát við tørvin á rentum og avdráttum, sum skuld felagsins í samband við høllina krevur. Eftir at hava tosað við sparikassan og nú eisini klaksvíkar kommunu leggur badmintonfelagið upp til ein fund millum hesar tríggjar partarnar……

Tann 6. september 2012

sendir formaðurin í hondbóltsfelagnum stjørnan bræv til formannin í mentunarnevndini:

… Ki Høllin er ikki í góðum standi… størsti trupulleikin hjá okkum er lekar í tekjuni…

… tað er komið fyri at venjingar eru avlýstar av hyljum á hallargólvinum….

… vit kenna okkum ikki trygg við støðuna….

Tann 10. september 2012

sendir kl. Kommuna tíðindaskriv til fjølmiðlarnar:

…. uppskot um eina loysn verður nú lagt fyri sparikassan og býráðið…

… á fundi í dag millum Marner Mortensen og Jógvan Skorheim er avtalað at leggja uppskot um eina loysn fyri Klaksvíkar Badmintonhøll fyri býráði og nevndina í Sparikassanum..

… báðir partar hava áhugað í einari varandi loysn, sum leggur ítróttarøkið í tryggar fíggjarligar karmar….

Tann 18. september 2012

skrivar leiðarin á mentanardeildini bræv til Norðoya Sparikassa:

…. málið er nú klárt at leggja fyri býráðið…

…. loysnin ber við sær at bæði Kl Kommuna og sparikassin eru við til at tryggja virksemi á ítróttarøkinum….

… niðanfyri standandi loysn er gjørd útfrá hvat umsitingin metir at ráðiligast er at gera. Samstundis skal leggjast afturat, at ns hevur góðkent uppskotið, soleiðis sum tað fyriliggur….

… Klaksvíkar Kommuna stovnar og ger reglugerð fyri sjálvsognarstovnin… Kl. Kommuna hækkar árliga stuðulin til hallirnar við kr. 400.000 kr. um árið…..

…Norðoya Sparikassi kemur við kr. 400.000 kr í stuðli um árið…

… setur eina fasta rentu á 6% í 5 ár… stuðlar høllunum við kr 1.000.000 til íløgu í nýtt tak til kí høllina….

Býráðslimur tekur málið í egnar hendur

So hvørt sum býráðsvalið nærkast á veturin 2012 broytist samskiftið. Tað er greitt at tað ikki longur er býráðsleiðslan og umsitingin sum samráðast við kreditorin hjá Badmintonfelgnum, tí bráddliga boðar Norðoya Sparikassin Kommununi frá at úrslitið av samráðingunum við leiðsluna í býráðnum er ikki longur aktuelt.

Orsøkin er at ein býráðslimur í meirilutanum, Atli Justinussen, verður sannførdur um at tað einasta rætta er at Kommunan yvirtekur ítróttarhallirnar og síðani tekur málið í egnar hendur. Hann ferð einsamallur á fund við leiðsluna í Norðoya Sparikassa og á fundinum verður avtalað at prísurin kommunan skal rinda sparikassanum fyri báðar hallirnar er kr. 14,8 mió. Kr.

Tann 19. september 2012

svarar leiðslan í Norðoya Sparikassa kommunustjóranum sum hevði sent honum eitt uppskot um sjálvsognarstovn sum var avtala á fundi millum KL.Kommunu og Norðoya Sparikassa:

…. tað er rætt at hetta vóru tølini sum vóru á borðinum í fyrra samráðingarumfarinum, men eftir nevndarviðgerðina í Sparikassanum er handan loysnin ikki aktuell longur. Á fundi við formansskapin í býráðnum í gjár varð avtalað at vit senda teimum eitt upprit, og verður tað sent í seinasta lagi í morgin…

Tann 20. september 2012

er fundur í fíggjarnevndini hjá kl. Býráð har mailurin frá leiðsluni í sparikassanum er á borðinum…

Tann 26. september 2012

er fundur i Mentanarnevndini um fíggjarviðurskiftini hjá Klaksvíkar Badmintonhøll, nevndin býtir seg í tveir minnilutar tá tilmælið um at gera ein sjálvsognarstovn verður viðgjørt…..

Tann 3. oktober 2012

er fundur í fíggjarnevndini har ein meiriluti tekur undir tilmælinum at gera ein sjálvsognarstovn, meðan ein minniluti mælir til at býráðið yvirtekur hallirnar ímóti einari skuldarsanering….

Tann 9. oktober 2012

kemur ein felags áheitan frá kí, stjørnuni, team klaksvík, mjølnir og badmintonfelagnum.

… í kvøld kemur sokallaða hallarmálið fyri á fundi í kl- býráð…. heita vit á býráðið at klaksvíkar kommuna yvirtekur báðar hallirnar….

Tann 9. oktober 2012

er fundur í Klaksvíkar Býráð til viðgerðar eru tvey uppskot:

uppskotið sum byggir á tilmælið frá Mentanardeildini er í stuttum soleiðis:

… Norðoya Sparikassi stuðlar við kr. 180.000 um árið , setir eina fasta rentu 5,5% í trý ár, stuðlar hallunum við einari mió. kr. til íløgu í nýtt tak á kí-høllina, avdráttarskáða í 2012, klaksvíkar kommuna stovnar ein sjálvsognarstovn og hækkar stuðulin til hallirnar við kr. 400.000 um árið.

Broytingaruppskot frá Atla S. Justinussen:

… komunan yvirtekur hallirnar fyri ímestalagi 14,8 mió. kr. sum verður fíggja við lántøku í sparikassanum….. renta 3,9%….. klaksvíkar kommuna setur eitt stýrið við 3 fólkum sum umsitur báðar hallirnar…….. uppskotið samtykt við 6 atkvøðum

Tann 1. november 2012

sendir kommunustjórin ein teldupost til leiðsluna í Sparikassanum. Her verður biði um ein fund so skjótt sum tveir verkfrøðingar hava gjørt eina støðismeting av hallunum har mett verður um íløgutørvin.

Avtala gjørd við Samkomustuðlar um framhaldandi nýtslu av Badmintonhøllini

Tann 8. november 2012

var fundir á klaksvíkar kommunu har umboð fyri leiðsluna í klaksvíkar býráð, norðoya sparikassa og advokaturin hjá klaksvíkar kommunu og norðoya sparikassa.

Til viðgerar er keyp av badminton- og ki høllini.

Á fundinum verður staðfest at samkomustuðlar høvdu 1. veðrætt í badmintonhøllini og Sparikassin fyri uml 7- 800.000 kr. sparikassin hevði 2. veðrætt.

Á fundinum var semja um, at sparikassin skuldi koma við einari frágreiðing um hvussu skuldin var uppstaðin og hvussu hon var avskrivað niður til 14,8 mió. kr.

Keypið av høllunum skuldu fíggjast við láni úr NS uppá kr. 14,8 mió til 3,8% í rentu..

.. avtalað var at sparikassin skuldi taka sær av tryggingarskaðanum í badmintonhøllini….

Tann 22. november 2012

sendir stjórin í sparikassanum kl. Kommunu eitt yvirlit yvir hvat yvirtøkan kostar sparikassanum:

…. samlaða skuldin er kr. 17,9 mió. kr……

1,0 mió. kr. partabrøv í sp/f kí-høllini

0,3 mió kr afturførdar rentur í badmintonhøllini.

2,8 mió kr. avskrivað skuld

4,1 mió kr. íalt

umframt 0,8 mió kr sum er fæi hjá fki grunninum.

Tilsamans umleið 5 mió. kr.

(RED: Nordlysid.fo hevur í øðrum greinum viðgjørt skuldina í hallunum báðum. Nevnast skal eisini at KÍ og sparikassin mistu hvør eina mió. kr. í partapeningi í p/f kí-høllini tá kommunan keypti kí høllina – KÍ hevur í roknskapinum avskrivað størsta partin, men á seinasta aðalfundinum var greitt frá at felagið hevði eina munnliga avtalu við leiðsluna í Norðoya Sparikassa um at fáa part av mista peninginum aftur í einari komandi stuðulsavtalu)

Tann 11. Desember 2012

Samtykkir býráðið at taka upp samráðingar við NS um at keypa hallirnar fyri 14,8 mió. Kr. Fíggjað við láni úr NS.

Tey sum atkvøða fyri eru Steinbjørn O. Jacobsen, Jákup F. N. Mikkelsen, Óluva Klettskarð, Signhild V. Johannesen, Atli S. Justinussen og Jákup Skoradal.

Ímóti vóru: Gunvá við Keldu, Jógvan Skorheim, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Auðunn Konráðsson.

Á fundi sama dag í Mentunar-, Teknisku- og Fíggjarnevndini verður ein frágreiðing um málið frá umsitingini viðgjørd.

Her verður m.a. mælt til at seta eina nevnd at stjórna hallunum og konkret uppskot eru eisini til nevndina og hóast býráðið tekur undir við tilmælinum verður ongantíð nøkur nevnd sett at stjórna hallunum.

Tað gongur fram at samkomustuðlar sum hava tinglisnan brúksrætt í høllini sum stavar frá kontantum (1 mió. kr.) innskotið av pengum tá høllin var bygt hava fingið boðið 200.000 kr frá NS, ella brúks rætt í eitt tveyára skeið ella ognarrætt til ljóðútgerðina í høllini. Sparikassin og Samkomustuðlar “SS” hava gjørt semju at í 2013 og 2014 fær SS nýtslurætt til høllina í upp til 6 vikuskiftir um árið…

… eftir hetta verður restin av óbrúkta nýtslurættinum 58 vikuskiftir svarandi til eitt virðið uppá 580 túsund krónu. Sum kompensation fyri at strika restina av leigu- og brúksrættindunum fær SS ognarrættin til ljóðútgerðina í ihøllini umframt 200.000 kr. kontant. Um SS verður avtikin fara ognirnar til samkomuna í Betesda sambært viðtøkunum fyri grunnin “Samkomu Stuðlar”…..

Tann 12. Desember 2012

Skrivar borgarstjórin, Gunvá við Keldu, bræv til stjóran í Norðoya Sparikassa:

….Býráðið á fundi gjárkvøldið samtykti… at kommunan keypir KÍ-høllina og Badmintonhøllina…

… viðvíkjandi tinglisna servituttinum hjá Samkomustuðlar vísti viðgerðin í býráðnum at býráðslimir eru ónøgdir um at kommunan ikki verður heilt leys av hesari bindingini, men at kommunan má gjalda við einari 2 ára skiftistíð yvir fyri hesum eina bólki av brúkarum…. Heita tí á tykkum um at fáa avgreitt hetta mál so nýggja hallarnevndin kann byrjað við reinari talvu….

Tann 23. Januar 2013

er samskifti millum Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu.

….leiðslan í NS hevur boða frá at tryggingarskaðin (takið í Badmintonhøllini) sum krevur skjótar ábørtur ikki verður gjørdur av Tryggingini…

…. Leiðslan í Norðoya Sparikassa boðar frá at Badmintonfelagið er ikki serliga væl fyri at til hetta arbeiði. Norðoya Sparikassi hevur ikki orku ella hug til at átaka sær arbeiði og tí heitir NS á Kommununa um at taka sær av hesum…

Tann 30. Januar 2013

Samtykkir ein meiriluti – 7 býráðslimir endaliga at keypa hallirnar og rindaði kredittorinum Norðoya Sparikassa 14,8 mió. Kr. og fíggjar samstundis keypið hjá sama peningastovni.

Kristian Eli Zachariasen, Signhild V. Jóhannesen, Óluva Klettskarð, Jóhann Lutzen, Jógvan Skorheim og Atli S. Justinussen atkvøða fyri og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Gunvá við Keldu og Eyðstein Ó. Poulsen atkvøddu ímóti.

Vann og tapti?

At borgarar í Klaksvíkar Kommunu í dag hava fingið eina góða loysn – samanbygdar ítróttarhallir við virkisfýsnari leiðslu ognógvum møguleikum – er tað nógv sum talar fyri.

Men samstundis vísir viðgerðin í býráðnum at tá talan er um eitt politiskt stórmál, sum rakar nógvar borgarar ið brúka hallirnar millum ár og dag, er politiska skipanin sera ávirkilig. Við at lesa alt skjalatilfarið sum bert partar eru brúktir í blaðnum far ein tað fatan at peningastovnurin, í hesum føri Norðoya Sparikassi, visti meira og hevði ein størri leiklut í tilgongdini, sum endaði við at Klaksvíkar Kommuna keypti hallirnar – enn politiska- og umsitingarliga leiðslan í býráðnum hevði.

Hvørki býráðsleiðslan ella umsitingin í býráðnum avtalaðu keypsprís og lántreytir tí hetta varð gjørt á fundi millum ein býráðslim, Atla S. Justinussen og leiðsluna í Norðoya Sparikassa. Eftirfylgjandi slapp leiðslan í býráðnum at samráðast um bagatellir sum eitt nú hvørjum standi bygningarnir vóru í – tó uttan at hetta fekk ávirkan á keypsprísin.

Men kanska var tað júst tí at býráðslimurin Atli S. Justinussen varð so sannførdur um at tað einasta rætta var at Kommunan yvirtók hallirnar at ein loysn var funnin, men samstundis fór hann uttan um borgarstjóran, Gunvá við Keldu, og varaborgarstjóran og formannin í mentannarnevndini, Jógvan Skorheim.

Jógvan Skorheim hevði annars vegna meirlutan í býráðnum, ført samráðingar sum endaðu við eini avtalu um ein sjálvsognarstovn.

Tá so valúrslitið varð greitt segði Jógvan Skorheim farvæl til Fólkaflokkin og Atla S. Justinussen og skipaði samgongu saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.