Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Tá Mette Frederiksen vitjaði Kósavirkið

Jóhann Lutzen

Norðlýsið hevði í 2017 eina samrøðu við Mette Frederiksen, sum í dag gjørdist nýggi statsministari í Danmark.

Vit skrivaðu í mai 2017 soleiðis:

Vit fingu eina samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska javnaðarflokkinum og Aksel V. Johannesen, løgmann um fiskivinnu, ríkisfelagskapin og samstarvsavtaluna teirra ímillum

Mette Frederiksen vitjar í Føroyum um dagarnar. Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í javnaðarflokkinum hevur bjóða henni til Føroya at seta seg inn í føroysk viðurskifti. Í hesum sambandi vitjaði hon fyrrapartin Kósavirkið har altíð vælupplagdi stjórin, Hanus Hansen tók ímóti og greiddi frá um teirra virksemi.

Hanus Hansen nýtti eisini møguleikan, at tosa um ætlaða fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá samgonguni og vísti á ta neiligu ávirkan uppskotið vil hava, har Kósavirkið má lata aftur.

Síðani varð fari ein túr ígjøgnum Kósavirkið, har Hanus Hansen greiddi Mette og Aksel við fylgi frá arbeiðsgongdini á virkinum. 

Áðrenn javnaðarfylgi skuldi víðari í tættpakkaðu skránni fekk Norðlýsið eina samrøðu við Mette Frederiksen og Aksel V. Johannesen, sí niðanfyri.

 

 

Samrøða við Mette Frederiksen og Aksel V. Johannesen from Norðlýsið on Vimeo.