Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá tolsemi missir virðingina

John William Joensen

Seinastu árini hava vit kjakast nógv um tolsemi.

Haldi hetta hevur verið eitt gott og neyðugt kjak, sum veruliga hevur flutt mørk og hevur verið við at styrkja um kjakmentanina í Føroyum, men eisini hevur havt ein týðandi leiklut í menningini av demokratiinum hjá okkum.

Vit hav kjakast um at vísa tolsemi fyri minniluta bólkum í samfelagnum, vit hava kjakast um átrúna og politikk, vit hava kjakast um rættin til tilfeingi í Føroyum og hvussu hetta verður umsitið og nógv onnur prinsipiell og týdningarmikil mál.

Í øllum hesum kjaki er ofta komið fyri at tey sum trína fram og hava verið talsfólk fyri týdninginum av at vísa tolsemi, í fleiri førum hava víst at tey hava tol við eitt nú minnilutabólkum og øðrvísi hugsandi, men tá tað kemur til at virða hesi menniskju og virða hugsanina hjá øðrum menniskjum, á jøvnum føti við sínar egnu hugsanir, so hevur mangan knípt.

Tað stóra takið, at fáa tolsemi at trívast í føroyska samfelagnum, er ikki tolsemi sjálvt, tað er lætt nokk í sær sjálvum, men har frá og so eisini til at virða hesi, tú eitt nú ikki er í minniluta bólki við, ikki er í samkomu ella kirkju við, ikki er politiskt samdur við, tað er tað sum veruliga krevur nakað av tær sum persóni, og einans við virðing fyri hvørjum øðrum, kann tolsemi trívast.

Haldi eg á kvinnudegnum 8. mars vil vísa til hvat Vígdis Finnbogadóttir hevur víst í verki og lært meg, at einans við virðing fyri tí tú samskiftir við, kanst tú fáa virðiligt úrslit.

Heidi Petersen

Harleywoodpaint