sigur formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein, og vísir á at føroyingar kenna avleiðingarnar av einum slíkum veiðibannið
Í morgun hevur ICES tíðindafund har felagsskapurin fer at mæla til at myndugleikarnir seta veiðubann í verk eftir toski.
Formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein, sigur at hetta hevði verið ein katastrofa fyri føroyska samfelagið.
– Tað ber snøgt sagt ikki til at seta bann fyri veiðu av toski, tí so má alt fiskarríð undir Føroyum halda uppat.
– Og avleiðingarnar av hesum kenna vit alt ov væl frá 1992 og 93.
– Eg skilji heldur ikki, at mann tosar um beinleiðis og óbeinleiðis veiðu av toski, tí vit hava onga beinleiðis veiðu av toski í dag.
– Eingin kann seta eina línu, um ikki eisini ber til at veiða tosk, so avleiðingarnar fyri vinnuna høvdu verið katastrofalar um tilmælið frá ICES bleiv tikið fyri fult.
Síggja tekin um tosk
Formaðurin í Reiðarafelagnum ásannar at toskurin hevur tað ikki gott i løtuni, men hinvegin so eru tekin um at ein góður árgangur er á veg.
– Vinnan hevur sæð tekin um at ein rímuliga góður árgangur er á veg av smáum toski, men tað ganga nokk eini tvey ár áðrenn hann slær ígjøgnum.
ICES vil ikki viðurkenna fiskidagaskipaninna.
Formaðurin í Reiðarafelagnum, sigur at trupuleikin við tilmælunum frá ICES er at felagsskapurin vil ikki viðurkenna fiskidagaskipanina.
– Trupuleikin við tilmælunum frá ICES er at felagsskapurin, saman við føroysku fiskifrøðingunum als ikki góðtaka føroysku fiskidagaskipanina.
– Tí skulu øll tilmæli frá teimum síggjast í hesum ljósinum.
Skerjingar
Jákup Sólstein roknar við at fiskidagarnir verað skerdir munandi.
– Sum støðan er í løtuni kunnu vit roknað við eini munandi skerjing av fiskidøgunum men verður álitið frá ICES fylgt kemur tað at hava katastrofalar fylgir fyri føroysku høvuðsvinnuna og harvið føroyska búskapin.




