Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað bragdar eisini norðanfyri

Oliver Joensen

Snellubátarnir vestanfyri hava nú í longri tíð havt sera góðan fiskiskap, tætt við landið út fyri Saksun og har á leiðini.

Menn hava undrast eitt sindur inn á hendan fiskiskapin, tí tað var ikki vanligt, at várfiskiskapurin byrjaði so vestarlaga .

Útróðrarmenn, sum Norðlýsið hevur tosað við halda, at hetta meira hevur verið tað, menn fyrr kallaður fyri torrafisk, tí hetta var heldur tíðliga til várfiskin.

Seinastu dagarnar hava snellubátarnir norðanfyri fingið væl av fiski og líkist hetta meira av várfiskiskapinum sum plágar at taka seg upp seint í februar og fyrst í mars.

Á Fiskamarknaðinum í morgun sæst, at Beinta hevur fiska 2.700 pund, Sólmey 2.700, Svartbakur 2.600 og Kunoyarnes 2.900 pund og skýlisklettur 1.800 pund.