Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað bragdar rættuliga hjá Kjølbrotrolarunum

John William Joensen

Sundaberg sum er í norskum sjógvi hevur havt rokfiskiskap síðan hann kom á fiskileið. Næraberg hevur seinastu dagarnar ligið um 40 tons um samdøgrið. Eisini Sjúrðaberg hevur góðan fiskiskap.

Næraberg
Sum framleiðir surimi úr svartkjafti, hevur havt góðan fiskiskap seinastu dagarnar.
Av skrivstovuni hjá J.F.K.-Trol frætta vit, at seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin hjá Nærabergi ligið upp ímóti 40 tonsum av surimi um dagin og onkran dagin omanfyri tey 40 tonsini.
Tá vit tosaðu við skrivstovuna mikudagin, roknaðu teir við at Næraberg hevði umleið 350 tons av surimi inni og eini 140 tons av mjøli.
Fiskiskapurin var vánaligur fyrstu tíðina teir fóru út, men sum sagt hevur rættuliga bragda seinastu dagarnar.
Næraberg roynir í ES sjógvi vestanfyri Írland.

Sundaberg
hevur havt rættuligan rokfiskiskap síðani hann kom á fiskileið í norskum sjógvi í Barentshavinum 7. januar í ár.
Longu nú, bert góður máni er farin, hevur Sundaberg um 550 tons av flaki inni.
Hanus Hansen, stjóri á J.F.K.-Trol sigur við Norðlýsið, at ætlanin er at Sundaberg skal fiska í norskum sjógvi til skipið er fult, um fiskiskapurin fer at halda sær nøkunlunda.
Sundaberg tekur út ímóti 950 tons av flaki.

Sjúrðarberg
sum er á rækjuveiðu við Svalbard, hevur havt hampuligan fiskiskap seinastu tíðina og hevur ligið um 8-10 tons av rækjum um dagin.
Fyrstu tíðina Sjúrðarberg kom yvir gekk illa við nógvum illveðri og harafturat stongdum økjum, men seinastu tíðina hevur gingið betur, og hevur Sjúrðarberg nú umleið 150 tons av rækjum inni.

Harleyfacadeacryl