Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað byrjaði í 1999

Danial Viðoy

Útoyggjastevnan 2013: Hetta var útoyggjastevnu nummar ellivu í røðini. Tann fyrsta varð hildin úti í Skúvoy í 2002. Men áðrenn fyrstu stevnuna var ein politisk tilgongd, sum byrjaði 1999 úti í Fugloy við fullveldissamgonguni við Anfinni Kallsberg á odda.

Útoyggjastevnan 2013: Hetta var útoyggjastevnu nummar ellivu í røðini. Tann fyrsta varð hildin úti í Skúvoy í 2002. Men áðrenn fyrstu stevnuna var ein politisk tilgongd, sum byrjaði 1999 úti í Fugloy við fullveldissamgonguni við Anfinni Kallsberg á odda.

Tað vóru nøkur, sum hildu at politikarar góvu útoyggjunum alt ov lítlar gætur. Tað var eisini nakað um hetta her. Jenny Lydersen tók stig til ein fólkafund úti í Fugloy í 1999 og beyð politikarum við. Hesin fólkafundurin kastaði av sær, tíanbetur. Fólkafundin í gjár setti Jenny Lydersen eisini.

Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður, setti eftir fólkafundin eina útoyggjanevnd, sum skuldi koma við einum áliti. Í hesi útoyggjanevnd kom m.a. Olga Biskopstø í. Vit kenna hana kanska sum ein sterka talskvinnu fyri útoyggjarnar.

Álitið varð handað løgtinginum í 2001. Í mars sama ár hevði løgtingið aðalorðaskiftið við støði í álitinum frá útoyggjanevndini. Í kjalarvørrinum av hesum arbeiðinum, sum byrjaði á fólkafundinum í 1999, varð útoyggjafelagið stovnað í desembermánaði 2001.

Útoyggjafelagið hevur síðani havt møguleika at søkja um stuðul út játtanini til útoyggjamenning. Í 2012 fekk felagið 200.000 krónur, sum er tað mesta nakrantíð.

Olga Biskopstø segði, eftir fólkafundin, sum var í gjár, at politikararnir vísa ein sera positivan anda yvir fyri menning av útoyggj. Hetta bar fólkafundurin í gjár eisini brá av. Olga Biskopstø vónar at politiski myndugleikin fer at ítøkiliggera tann positiva andan.