DK. Lov Nr. 69 af 7. Maj 1881 gav tí almenna møguleika at ognartaka lendi, um tað var átrokandi neyðugt fyri “almenvellet, tað almene Vel” t.d. kirkugarðar, lógásett skúlagongd, sjúkrahús og onnur lógásett almen viðurskifti.
Sum tíðin leið so mátti tað almenna byggja samfelagið út og harvið eisini við hjáp frá 1881 lógini.
Sum fólk flest kanska halda, at kommunur kunnu ognartaka, kommunur hava ikki, í fyrstu syftu, heimild at ognartaka nakað, kommununum er heimila at samtykkja at ognartaka, meðan Landstýrið skal kanna eftir um ognartøku-samtyktin kann endaliga loyvast smb. tí almene Vel og 1881 lógini, men forsømir eigarin rættindi síni, verður støðan ein onnur.
Annars kann ognartakast tá ið lógin áleggur fókinum nakað sum roknast at vera samfelagsskylda. Tildømis renovatón (sum er í seinna endanum eftir 1881 lógini).
At ognartaka frá privatum til privatar at byggja á, haldi eg ikki er heimild fyri í lógini. Tað sum er skjalfest í Løgtingslóg frá 21. Mei 1954, § 12, er við navni nevnt: Vegir,Torg, Leikvøllir, Spælipláss, Kirkjugarððar, veitingar og fráveitingar og ávís almen hús.
Sjálvur haldi eg at okkurt av nevndu orðunum áttu ikki at veri í lógini.
.
Jógvan K. Mørkøre
Eiði
Varðagøtur:
l. l. Nr . 88 frá 17. Juli 1986, §1, stk.3 sigur : Tað er skylda hjá alment stulaðum bygdasavni at halda víðlíka varðar millum bygdir innan virkisøki sítt. Útreiðslur sum standast av hesum, verða fullt endurgoldnar úr avvarandi kommunukassa, sbr. Reglugerð frá 29.oktober 1940-




