Rentukríggið millum teirbáðar stóru bankarnar hevur sett sparikassarnar undir trýst. Ert tú sethúsaeigari og hevur 1,2 mió. kr. í lán í Norðoya- og Suðuroya Sparikassa, so rindar tú eina mánaðarløn meira í rentu um árið enn tú í løtuni gert í Banknordik og EIK.
Rentukríggið millum teirbáðar stóru bankarnar hevur sett sparikassarnar undir trýst. Ert tú sethúsaeigari og hevur 1,2 mió. kr. í lán í Norðoya- og Suðuroya Sparikassa, so rindar tú eina mánaðarløn meira í rentu um árið enn tú í løtuni gert í Banknordik og EIK.
Sum Norðlýsið skilir so er ein ávís flyting av kundum millum peningastovnarnar, men í tí stóra og heila eru fólk sera trúgv ímóti sínum peningastovni og serliga smærri sparikassunum sum í løtuni ikki kunnu bjóða kundum sínum kappingarfør sethúsalán.
Nógv orðaskiftið hevur verið um tilboðini hjá EIK og Banknordik og serfrøðingar sum Norðlýsið hevur tosað við siga at hóast rentan fyri sethúsalán er eitt vet bíligari hjá Banknordik so er tilboðið ikki eins gott og tað hjá EIK tí bankin setir treytir sum at fólk m.a. skulu hava øll síni peningaviðurskifti í bankanum fyri at fáa bíligastu rentuna. Tilboðið frá EIK er betri tí bankin setur ongar treytir við og harafturat hevur EIK automatiskt givið øllum sínum kundum bíligastu sethúsarentuna meðan Banknordik hevur bjóða sínum egnu kundum til samtalu men eisini hesi skulu lúka eina røð av treytum fyri at fáa bíligastu rentuna.
Sambært heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa er bíligasta sethúsarentan 5,25 % fyri lán upp til 1,2 mió. kr.
Til samanbering kunnu vit nevna at um kundin flutti til EIK so rindaði hann einans 4% í rentu og spardi 15.000 kr. um árið ella tað sum svarar til eina góða mánaðarløn eftir skatt.
Sum skilst er ikki óvanligt at sethúsaeigarar gjalda 5,75 % í rentu av 1. Prioritetslánum í lítlu sparikassunum og tað er næstan tvey prosent stig meira enn somu kundar høvdu fingið í stóru bankunum.
Baði stjórin í Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa hava í fjølmiðlunum sagt at teir fara at koma við líknandi tilboði til teirra kundar men enn er einki ítøkiligt útspæl komið. Tó er eingin ivi um at sparikassarnir verða noyddir at fylgja við og at lækka rentuna munandi.




