Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er ein greið avtala í samgonguni um “skrásett parlag”

John William Joensen

– Høgni Hoydal eigur ikki at spæla við sínum politiska lívið sum landsstýrismaður, sigur Jenis av Rana formaður í Miðflokkinum

– Longu á fyrsta fundinum, gjørdu vit púra greitt at spurningar viðvíkjandi skrásettum parlag, skuldi parkerast komandi fýra árini!

– Høgni Hoydal nýtist ikki at spæla bíttur – tí tað er hann ikki!

– Tað er beinleiðis ein reingjan av veruleikanum um hann nú vil leggja upp til – at samgongulimir eru fríttstillaðir – skuldi eitt uppskot um skrásett parlag verið lagt fyri løgtingið.

– Um slík støða tekur seg upp og "skrásett parlag" verður samtykt í tinginum verður Høgni Hoydal ikki landsstýrismaður meira – tí tá er samgongan burtur – og tað veit formaðurin í Tjóðveldinum væl.

– Hetta var fyrsta málið vit tosaðu um í samgonguni og vit  vóru samdir um at parkera hesar spurningarnar komandi fýra árini.

– Tað eru so nógv onnur mál – sum vit eru samdir um og tey skulu fremjast komandi fýra árini.

Luftin er reinsað

Formaðurin í Miðflokkinum sigur at høvuðsorðsøkin til at samgongusamráðingarnar gingu so skjótt og væl var at teir fyrst funnu eina semju um etisku spurningarnar.

– Allir uttan tveir samgongutingmenn vóru á hesum fyrsta fundinum og av tí at vit fingu hesar spurningarnar avgreiddar fyrst – bleiv andin undir sjálvum samgongusamráðinunum eisini sera góður.

– Tað er ein púra greið avtala í samgonguni – at verður uppskot um skrásett parlag viðgjørt í tinginum, so fellur samgongan tað – annars verður eingin samgongu longur, sigur Jenis av Rana, sum í løtuni er staddur uttanlanda.