Seinasta ár skuldi bólkurin enda festivalin, men vegna ringt veður, so var bólkurin fluttur til at spæla seinnapart. Hesuferð eydnaðist tað betur. Signar og hansara menn endaðu fríggjakvøldið á stóra palli

Veðrið var fínt, ljóðið var gott og nógv fólk høvdu leitað sær oman á vágsbø.
Vit kenna øll kendu løgini, sum “Sorgblídni”, “Nú ert tú her”, “Tað er gott at elska” o.s.fr.
Bólkurin framførdi eisini tvey nýggj løg. Her er talan um “So eg vil vera” og “Ongantíð sum nú”. Hesi bæði løgini vóru útgivin fyri nøkrum vikum síðani.
Signar í Homrum toppaði fríggjakvøldið! Teir endaðu konsertina við Kjølar klassikkaranum “Skýmandi Kvøldið”.
Settlistin
Myrka nátt
Alt sum eg geri
Tú vilt altíð verða her
So eg vil vera
Good Enough (All That Rain)
Mín Skattur
Ongantíð sum nú
Paying
Nú ert tú her
Kærleikans mátt
Sorgblídni
Tað er gott at elska
Skýmandi kvøldið