Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er høvuðspartaeigarin sum avgerð hvør verður formaður

John William Joensen

Nógv kjak hevur í seinastuni verið um Atlantic Airways eftir at nevndin í felagnum valdi at gera stjóraskifti. Síðani er komið fram at Landsstýrismaðurin í Vinnumálum gekk beint ímóti tilráðing frá nevndini í almenna flogfelagnum tá hann valdi at seta Niels Mortensen sum nevndarformann.

Beint áðrenn landsstýrisfundin í morgun fingu vit fatur á Jóhan Dahl og hann helt tað verða eina stóra misskiljing um landstýrið sum høvuðspartaeigari í Atlantsflog var tvungið til lýða boðum frá nevndini í felagnum.

Nevndin í Atlantsflog kann koma við eini tilráðing til Landsstýrismannin um hvønn tey halda er best egnaður at verða formaður, men tað er til einhvørja tíð upp til landsstýrismannin at avgera – tí sum landsstýrismaður eri eg valdur til at umboða 67% av partapeninginum hjá Atlantsflog, og tað er ein sjálvfylgja at landið sum høvuðspartaeigari hevur avgerandi orði í hesum málið.

Men er tað ikki óvanligt at ein landsstýrismaður sjálvur ringir til viðkomandi sum hann ynskir at hava til formann?

Tá vit her í Vinnumálaráðnum velja fólk at umboða landið í nevndum, so er tað altíð eg sjálvur ella aðalstjórin sum ringja til viðkomandi, segði Johan Dahl, sum ikki vildi gera fleiri viðmerkingar til málið.