Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er ikki altíð tespuligt at røkja aliringarnar

Oliver Joensen

Sunnudagin var illveður av landsuðuri og menn stríddist við ein aliring á Borðoyarvík, sum hevði slitið.
Faroe Salmon hevur havt trupulleikar við einum aliringi á Borðoyarvík, og tá soleiðis er, ræður um hjá monnum at bera skjótt at, tí virði fyri milliónir eru í vanda fyri at fara fyri einki.
Tá vit, seinnapartin sunnudagin fóru niðan á Borðoyarvík við myndatóli okkara, fór ein av alibátunum hjá Faroe Salmon júst út á alistøðina uttanfyri Núp.
Av Oyravegnum eygleiddu vit alibátin og tað sá ikki tespuligt út hjá teimum út eftir Víkini.
Við í bátinum vóru eisini froskmenn, ið skuldu niður sum skilst at arbeiða við hanafótum, ið skuldu bøtast og vit sum stóðu á landi kundu ikki annað enn undrast yvir, at tað yvirhøvur ber til at arbeiða í slíkum veðri.
Men væl bar til. Sigast skal eisini, at alibáturin hevði verið hjá ringunum fyrr um morgunin og tá var veðrið enn verri, so tað er ikki altíð tespuligt at røkja aliringar.