Tað lat Elsebeth Mercedis Gunnleigsdóttur, fyrrv. forkvinna í Sosialu Nevnd Býráðsins, skína ígjøgnum í røðu síni á røktarheiminum Heimið Við Vágna, tá heimið varð handað landsstýriskvinnuni í Almannaráðnum, Anniku Olsen.
Tað lat Elsebeth Mercedis Gunnleigsdóttur, fyrrv. forkvinna í Sosialu Nevnd Býráðsins, skína ígjøgnum í røðu síni á røktarheiminum Heimið Við Vágna, tá heimið varð handað landsstýriskvinnuni í Almannaráðnum, Anniku Olsen.
Fyrst vil eg takka fyri, at eg bleiv biðin um at halda talu her í dag, nú Heimið við Vágna stendur liðugt – Eg føli tað sum ein heiður, at tað verður sett prís uppá tað arbeiði, sum eg havi lagt í hesa verkætlan.
Tá eg avgjørdi at stilla upp til býráðsvalið 2008, setti eg meg væl inn í eldraøkið. Í veruleikanum var tað Ragna Laksafoss, sum stuðlaði uppundir mín áhuga fyri eldraøkinum. Hon greiddi mær frá, lænti mær bøkur um eldraøkið, soleiðis, at eg fekk vitan – og bleiv meira áhuga fyri økinum.
Tá tað so eydnaðist at blíva vald í býráðið, lá tað skjótt í luftini, at eg skuldi fáa sessin, sum forkvinna í sosialu nevnd. – Og so brá, sum eg nú einaferð eri av lindi, so ringdi eg áðrenn tað var formelt avgjørt, at eg skuldi fáa henda sessin til økisleiðaran í Norðøkinum Elsbu Lutzen. Eg bjóðaði henni heim til mín, har vit prátaðu um eldra økið.
Eg spurdi hana so, um nú býráðið fór at byggja eitt nýtt Røktarheim,hvar hon so helt hetta skuldi liggja.
Hon svaraði mær so aftur, “ hvar vilt tú vera. Eg? ,í býnum.
Ja, segði hon so , tað er tað sama við teimum eldru. Tey vilja eisini vera í býnum, har sum lív er í .
Hetta gjørdi so eisini sítt til, at tað var ongin ivi í mínari sál, at Heimið við Vágna skuldi verða í býnum.
Kann eisini nevna til stuttleikar ,at ein útlendskur arkitektur í dómsnevndini til miðbýarætlanina helt enntá, at staðsetingin av nýggja røktarheiminum var fantastisk. Hon metti, at býráðið hevði gjørt tað rætta við at leggja røktarheimið júst har tað liggur í dag.
Men sjálvandi tað er sum við øllum øðrum, tað eru ymiskar meiningar um tað J
Elsba…, eg skal eisini takka tær fyri eitt serdeilis gott samstarv árini eg var forkv. Í sosialunevnd. At samstarva við einum so dugnaligum og hugagóðum fakfólki sum tær, er nakað heilt fyri seg. Tú ert ein eldsál, og ikki at gloyma tína styrki, sum er at síggja loysnir framum forðingar.
Sum eg havi sagt fyrr, so eru tað eldsálirnar, sum gera munin.
Tað gekk ikki long tíð eftir, at eg var innvald, at eg ringdi til 2.form. í sosialunevnd Atla Justinussen. Eg spurdi hann um vit ikki skuldu leggja eitt uppskot fram, um at fara undir at byggja eitt nýtt Røktarheim í Klaksvík. Hetta sjálvandi tí akutti tørvurin var so ovurhonds stórur.
Jú hann var beinanvegin við uppá tað. Vit snikkaðu síðani eitt uppskot um at byggja eitt nýtt Røktarheim í Klaksvík, sum vit sendu inn.
Atli og eg høvdu eitt avbera gott samstarv og somuleiðis við alla sosialu nevnd, og alt býráðið sum heild, bæði andstøðu og samgongu í samband við Røktarheimið. Fari ongantíð at gloyma teirra positiva hugburð í samband við eldraøkið.
Tá ið vit høvdu samgongufund aftur, vóru samgongulimirnir positivir um uppskotið. Ein teirra helt tó, at tá ið vit komu við uppskoti um so stóra verkæltan, burdu vit kunnað samgonguna fyrst.
Tað dugi eg væl at síggja í dag, men av tí eg var nýggj í politikki arbeiddi eg ikki altíð so siðbundið. Spurningurin er um tað ger so nógv,tí í dag standa vit so inni í Heiminum við Vágna.
Vit skulu eisini minnast til, at tá ið sosiala økið gjørdi eina so stóra verkætlan, so var ikki so nógv til hini økini. Tað sigur nakað um viljan til at byggja Heimið við Vágna.
So kom tíðin, har møguleiki hjá kommununum var søkja um stuðul til at byggja nýtt Røktarheim.
Vit í Klaksvíkar býráð avgjørdu, at tað vildu vit gera. Men tíðirnar vóru ikki so góðar tá. Allur heimurin var í kreppu, og vit í Klaksvík vóru eisini rakt.
Táverandi Landsstýrismaður í fíggjarmálum kravdi,at vit skuldu seta skattaprosentið upp,um vit skuldu fáa loyvi til at byggja nýtt Røktarheim.
Hetta var ein beiskur biti at svølgja, og kanska serliga hjá fólkaflokkinum. Tí var tað nakað,sum fólkaflokkurin ikki var glaður fyri, so var tað at seta skattaprosentið upp.
Men eg brendi so nógv fyri at nýtt Røktarheim mátti byggjast, at eg segði við táverandi borgmeistara Gunvá við Keldu, at eg fór at stemma fyri at gera eitt nýtt Røktarheim. Hetta hóast eg var einsamøll í samgonguni. Politiska karrieran kom her í 2. røð.
Eg minnist væl svarið, sum Gunvá gav mær. Hon segði, Elsebeth, tú gert tað, sum tú sjálv følir, er tað rættasta.
Eg føldi,sum ein byrða fór av mær, tí tað var ikki stuttligt møguliga at fara ímóti síni egnu samgongu.
Men sum vit minnast, soendaði tað við, at vit øll í býrðaðum vóru samd um at byggja Heimið við Vágna.
Sum tit síggja, so er Heimið við Vágna innrættað við íbúðum. Gunnleyg Djurhuus sat eitt skifti í arbeiðsbólkinum til Røktarheimið. Hon gjørdi sítt til, at vit valdu at gera íbúður heldur enn kømur. Og eru vit slóðbrótandi í Føroyum – sum tað einasta Røktarheimið við íbúðum.
Hetta gevur so aftur møguleika fyri, at pør kunnu búgva í íbúðunum, — og sum eg havi skilt, so verða tað nøkur pør, sum beinanvegin fara at flyta inn í Heimið við Vágna.
Fyrrverandi landsstýriskvinna Rósa Samuelsen, eigur stóra tøkk uppiborna fyri hennara positiva hugburð til hetta økið. Hon valdi at raðfesta, at Heimið við Vágna skuldi byggjast í Klaksvík. Fyrrv. formaður í trivnaðarnevnini, Jákup Mikkelsen, skal eisini hava eina tøkk.
Núverandi landsstýriskvinna Annika Olsen er komin norðeftir í dag at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Hon eigur eisinin stóra tøkk uppiborna fyri altíð positiva lindi,tá tað kemur til tað sosiala økið í Norðurøkinum. Hon hevur alla tíðina fylgt við málinum hvussu tað gekst við Heiminum við Vágna.
Somuleiðis ynski eg eisini at takka øllum, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði í samband við Heimið við Vágna.
Kann líka eisini nevna, at tað eru sett 22 starvsfólk og tað verða fleiri starvsfólk sett seinni at arbeiða her.
Til síðst fari eg at ynskja at Heimið við Vágna verður til gleði og gagn fyri okkara núverandi og komandi eldru. Ynski eisini at nýggja Heimið við Vágna verður funktionelt og eitt gott arbeiðspláss við góðum trivnaði hjá øllum teimum, sum koma at starvast her.- og Harrans signing.
Takk fyri.




