Eini 15.000 fólk vóru í biografi í Atlantis í fjør, og tað er leiðarin væl nøgdur við. Hinvegin gekk tað illa við at fáa fólk á konsert í Atlantis, men konsertir verða aftur á skránni í ár
Nógv fólk vitjaðu í mentanarhúsinum Atlantis í fjør, og tað var fyrst og fremst fyri at hyggja eftir biograffilmum. Eini 15.000 fólk vitjaðu biografin, og tað er leiðarin í Atlantis væl nøgdur við.
– Vit høvdu ynskt okkum, at tað vóru enn fleiri fólk, men umsetningurin í biografinum vaks, og tað er gott, sigur Høgni Klakkstein.
Millum teir bestu umtóktu filmarnar í fjør vóru Harry Potter og Ringanna Harri, meðan tað ikki vóru so nógv fólk til The Passion of the Christ, sum roknað var við.
– Tað kann vera sera ymiskt, hvussu nógv fólk koma til teir ymsu filmarnar, og tað kemur fyri, at tað eru fá fólk til onkrar filmssýningar.
Tað eru framvegis flest ung fólk, sum ganga í biograf, men onnur fólk vitja eisini, og teir norðurlendsku filmarnir, sum verða sýndir í samstarvi við filmsfelagið Klipp, hava ein eldri málbólk enn nógvir av Hollywood-filmunum.
Ber ikki til við premierubiografi
Biografurin er blivin munandi betur í hesum árinum, tí nýtt ljóðanlegg er sett upp, og tað er nakað heilt annað enn anleggið, sum var frammanundan. Eisini er peran í filmstólinum skift, so at filmarnir nú kunnu sýnast í betri góðsku.
Fólk spyrja onkuntíð, hví tað ikki ber til at fáa filmarnar fyrri til býin, men her ein skipan galdandi, sum ikki verður broytt. Havnar Bio er sonevndur premierubiografur, og hann fær tí filmarnar samstundis, sum teir verða sýndir í teimum stóru býunum í Danmark. Tað eru nógv krøv til ein premierubiograf, og tað hevði ikki latið seg gjørt at havt ein slíkan í Klaksvík.
Men tá ið filmarnir eru liðugt sýndir í Havn, koma teir til Klaksvíkar, og tá er framvegis talan um feskar biograffilmar.
Sjónleikur og annað
Umframt biografin er eisini annað mentanarligt virksemi í Atlantis.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag heldur til í niðaru hæddini, og tey spæla sínar sjónleikir í Atlantis.
Harafturat koma eisini onkuntíð sjónleikavitjanir aðrastaðni frá til Klaksvíkar, og tá verður oftast spælt í Atlantis.
Útvarpið hevði fýra beinleiðis sendingar úr Atlantis, og tá var fullsett við fólki hvørjar ferð. Ætlanin er at hava ein útvarpssending afturat úr Atlantis í vár.
Konsertir
Tað hava verið fleiri konsertir í Atlantis í hesum árinum, men tað hevur gingið sera striltið við at fáa fólk til hesar konsertir. Eisini tá ið kend og væl umtókt nøvn hava spælt – til dømis Martin Joensen, Stanley Samuelsen, Týr, I AM, Pætur við Keldu og onnur.
Tað hava í grundini bara verið tvær konsertir við nógvum fólki, og tað var ein næmingakonsert og so nýggjárskonsertin í síðstu viku.
– Tað koma ikki nógv fólk til konsertirnar, og til nógvar av teimum hava tað bara verið 30 fólk og færri. Tað skuldi verið grundarlag fyri at havt slíkar konsertir, men tað vísir seg vera trupult at fáa fólk út, sigur Høgni Klakstein.
Hann hevur tó ikki givið upp at hava konsertir, tí aftur í ár verða ymsar konsertir á skránni, og tann fyrsta verður síðst í januar mánað, tá ið tann fløguaktuelli bólkurin GoGo Blues fer at spæla.
Byggja út
Leiðarin í Atlantis er hugaður at gera eina útbygging av Atlantis, so at húsið fær ein størri foyer og kann hava ein café. Ein arkitektur er farin í holt við at gera eina skitsu um hesa útbygging, men longur er tann ætlanin ikki komin.
– Fingu vit ein størri foyer, har vit kundu havt eina café, so hevði tað eisini borið til at havt smærri og óforpliktandi tiltøk har – tónleikaframførslur, fyrilestrar og annað.
Ein umbygging er eisini neyðug í Atlantis, tí takið lekur illa, og skal loftið kunna brúkast til nakað, so má nýtt tak leggjast á. Hetta verður fyrireikað í løtuni.




