Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er neyðugt við grundleggjandi tænastum

Jacob Vestergaard

Tad er sólarklárt fyri ein og hvønn suðuroying, uttan Sirid Stenberg, at umstøðurnar hjá barnakonum í Suðuroynni ikki eru nøktandi. Tað ber snøgt sagt ikki til at krevja, at barnakonur vid familju, skulu verða í Havnini 3-4 vikur áðrenn føðing.

At tosa um íbúðir í Havn, til barnakonur ú Suðuroynni, er bert at flyta fokus.
Tann læknaligi tryggleikin, sum argumenterað var fyri, tá føðistovan stongdi, er nyttuleysur, um barnakonur ikki føla seg tryggar vid umstødunum og tilgongdina sum m.a. at noyðast at flyta heimanifrá eitt longri tíðarskeið.
Fleiri skulu eiga um jólini. At hugsa sær, at skula frá húsi og heimi á jólum, tá øll vilja verða heima hjá familjuni.
Um hetta heldur fram so er Suðuroyggin deyðadømd, tí ungar familjur fara at velja Suðuroynna frá. Tað gevur onga meining at tosa um eina menningarætlan fyri Suðuroynna samstundis sum man fjernar eina so grundleggjandi tænastu frá borgaran.
Sum avskorðin frá restini av landinum, má Suðuroyggin hava nakrar grundleggjandi tænastur. Føðideildin er ein slík tænasta.