Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Tað er stormur á Kampingøkinum

Danial Viðoy

SF: Tó ikki veruligur stormur, veðrið er av tí besta. Kunningarstovan hevur úr at gera við at fáa skil á Kampingøkið, sum lat upp á middegi. Alt verður lagt til síðis til tess at fáa Kamingøkið upp á pláss, fortelur ein, sum Norðlýsið júst fekk fatur á.

Tað er fáur í Klaksvík, sum ikki snakkar um Summarfestivalin í hesum døgum. Eisini eru tey rættiliga nógv, sum hava úr at gera í sambandi við festivalin. Norðoya Kunningarstova hevur m.a. Kampingøkið um hendi og tað er tað einasta hugsað verður um í løtuni.

Familjur eru tíðliga á veg og leggja sær summarfrítíðina eftir Summarfestivalinum; serliga Kampingøkinum. – Ein heil vika í Klaksvík við húsvogni, hugna og ikki minst samanhaldi er ikki at forsmáa.

Tað smakkar Norðoya Kunningarstova í løtuni, sum hevur alt Kampingøkið á Summarfestivalinum um hendi. – Ein ordans stormur av Kampingvognum, fortelur eitt arbeiðsfólk á Kunningarstovuni.