Tíðliga í kvøld fer at dryppa eitt sindur. Seinni í kvøld fer at regna meiri, og eftir midnátt regnar illa.
Veðrið hevur verið gott í morgun – heimasíða Landsverks segði frá vindi upp í 7 m/s úr landsynningi-suðuri. Turt og sólglottar vóru um alt landið.
Myndin er tikin í ein útsynning, og har síggjast tey høgu skýggini, sum eru framman fyri eina hitabrúgv. Hetta er tað fyrsta sum sást til lágtrýstið, ið hevur verið ávegis í nakrar dagar.
Vindurin fer at vera sum nú – 3 til 6 m/s úr landsynningi-suðuri – til seint seinnapartin ella tíðliga í kvøld. Tá fer vindferðin at veksa spakuliga, samstundis sum ættin fer upp í landsynning og á midnátt er eystan. Tá er miðalvindferðin komin upp 10 til 15 m/s.
Tíðliga í kvøld fer at dryppa eitt sindur. Seinni í kvøld fer at regna meiri, og eftir midnátt regnar illa. Fram ímóti morgni fer at minka, og vindurin aftur snara seg niður ímóti suðuri.




