Eitt sindur lýggjari er í morgun, enn tað hevur verið í nakrar dagar. Vindur kemur úr ymsum ættum í morgun; vindferðin er minni enn 5 m/s.
Út á seinnapartin fer ættin at vera útsynningur, og vindferðin fer at veksa eitt lítið vet. Út á seinnapartin fer ættin at snara seg niður ímóti suðuri, vinddferðin fer ikki upp um 10 m/s, og onkir smáir ælingar kunnu væntast. Hitin í dag fer at liggja nøkur stig oman fyri frostmarkið.
Eitt lágtrýst er á veg norður ígjøgnum havleiðina ímillum Ísland og Grønland, Grønlandsfjørðin. Føroyar fara at liggja í útriðini av hesum lágtrýsti týsdagin og mikuidagin. Í nátt fer vindurin tí at veksa út suðuri og eysthallum-suðuri, og tað fer at regna.
Hanus Kjølbro, Sjónám




