Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað fer at vera eitt sindur kalt í vikuskiftinum

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám

Tað snýr seg um, hvaðani luftin kemur frá – hvørji eyðkennini í henni eru. Vit fingu lýggja luft av leiðunum í Eysturevropa í 3-4 vikur í heyst. Eftir tað var tað lýggj luft úr miðjum Norðuratlantshavi – maritim luft er slavnari enn meginlandsluft, og tí hava vit eisini havt vátari veður í nakrar dagar, enn vit høvdu frá miðjum september og langt inn í oktober. Nú er tað luft av teim køldu leiðunum við Norðpólin, vit fara at merkja hjá okkum.

 

Tað, sum dregur luftina av norði inn yvir oyggjarnar, er eitt lágtrýst yvir Skotlandi, sum fer at flyta seg niður í Norðsjógvin í vikuskiftinum. At tað flytur seg so lítið fer ikki at hava tann stóra munin á veðrinum her hjá okkum. Men tað fer eisini at grynnast, og tað hevur við sær, at tá fer tað ikki at draga so nógva luft til sín.

 

Veðrið fyri tað, sum er eftir av fríggjadegnum umframt allan leygardagin og út á seinnapartin sunnudagin, verður tí soleiðis, at vindferðin fer at liggja um 10 m/s av norði – í løtum eitt sindur meiri ella minni – og ælingar fara at vera. Hitin fer at liggja 3 til 6 stig. Avfallið, sum dettur niður í fjøllunum, verður hvítt á liti.

 

Sunnudagin seinnapartin, minkar vindurin niður í 5 m/s, tá ið omanfyrinevnda lágtrýst er grynt, og ein ryggur úr einum hátrýsti yvir Atlantshavi stingur seg upp ímóti okkara leiðum. Við hátrýsti og hátrýstryggi er gott veður. Og so verður eisini hesaferð. Samstundis fáa vit aftur lágætt seint sunnukvøldið ella mánanáttina. Tað er tað luft úr miðjum Norðuratlantshavi, vit fara at merkja her í Føroyum.

 

Gott vikuskifti. 

Harleyfacadeacryl