Sjómannadagurin sóknaðist eftir trý ára gomlu Lenu Henriksen á nordlysid.fo og minuttir eftir vóru boð úr Golfinum: \”Eg eri abbabeiggi Lenu\”.
Ja, verðin er lítil. Poul Sivert Olsen var inni á Norðlýsinum í morgun við einum fløskuposti, sum var funnin á víkini í Svínoy.
Á brævinum stóð bara: My name is Lena Henriksen, and I am 2 years old. today is my brothers birthday, he is now 4 years old. Best wishes and good luck rest of the day, and thank you for reading this, all the best for you and your family – Lena
Ongin adressa. So var uppgávan hjá Norðlýsinum at royna at ringja runt, til øll Henriksen, tað gjørdu vit í nakrar tímar, men vit komu ikki nærri nøkrum úrsliti.
So kom okkum til hugs, sjálvandi at leggja eftirlýsingina á heimasíðuna. Tá kom ferð á beinanveg. Onkur úr Norðdepli ringdi og helt seg við vita at tað var dóttir eina kvinnu norðuri í Sundi, sum júst var flutt til Danmarkar.
Beint eftir ringir Ásmund Sivertsen, ið siglir úti, hann ringdi úr Golfinum, og segði okkum, at hann hevði sæð eftirlýsingina á Norðlýsinum og hann við vissu vitsti at Lena, sum hann var abbaneiggi til átti fløskupostin. Ásmund segði, at mamma hennara, Anli júst var flutt til Danmarkar. Ásmund gav okkum telefonnummarið, so tað var lag á manni hjá okkum at fáa hetta uppklárað.
Vit ringdu so til Anli, jú, segði hon, hatta er við vissu fløskuposturin hjá Lenu, eg bað eina vinkonu senda hann fyri okkum, tað var 15. august í fjør, føðingardagin hjá beiggja Lenu.
Anli Sivertsen segði okkum annars, at tær nú búgva í Fuglebjerg á Sælandi og at Lena trívist fínt. Hon er enn ikki byrjað í barnagarði, vit komu ikki niður fyrr enn 26. mars, so vit eru júst nú við at koma rættuliga upp á pláss.
Tað sum kanska eisini er eitt sindur stuttligt, er at Poul Sivert Olsen, ið fann fløskupostin býr í Hvannasundi og har er stutt ímillum húsini. Tá vit ringdu norður í Sund aftur at siga frá, at vit høvdu funnið fram til sendaran, flenti kona Poul Sivert og undraðist á, at tey ikki vóru komin fram á Lenu hjá Anli.




