So dapurskygdur var Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka og eigari av Norðsøka og Kallanes, tá vit hittu hann fyri løtu síðani.
Eg spurdi Eyðólv um, hvussu gekst við línufiskarínum hjá teimu: Nei, tað gongur akkurat ongan veg. Tó, vit eru illa byrjaðir, sjálvur havi eg verið sjúkur leingi og baturin hevur ligið. Vit hava nú verið við 80 stampum norðanfyri, 80 stampar, ið hava leingið verið egndir, so hjá okkum var talan um avegning. Tað gav heldur onki eini 2.500 pund. Men tað sum er meira óhugaligt er, at størru útróðrarbátarnir er eru valla komnir til 5000 pund nakran túrin í heyst,
Í fjørð byrjaði Líðhamar nakað áðrenn vit og fekk nakrar góðar túrar, men í ár hevur at kalla onki verið.
Hvør orsøkin er veit eg ikki, men havi er fult av hvalspýggju og tað boðar frá, at sjógvurin er ov heitur, tí hvalspýggjan plagar at vera burtur hesa tíðina, men tað er hon ikki í ár. Beint nú sær svart út, men vit hava mót upp á at broyting kemur í, um vit fáa nakað av høgætt, so vit hespast víðari nakað afturat í hvussu so er, segði Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka fyri løtu síðani.




