Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tað gongur framá hjá føroyskum LGBTarum

Tíðindaskriv

Sambært árliga yvirlitinum hjá altjóða felagsskapinum ILGA, veita Føroyar nú 42% av øllum møguligum javnrættindum til føroyingar, ið eru sam-, tví- ella tvørkynd. Í 2013 var einans talan um 17%. Sostatt nýtast Føroyar ikki longur at samanbera seg við Russland og Turkaland, tá tað kemur til at veita trygd, javnrættindi og stuðul til sínar LGBT borgarar.

ILGA mátar rættindi í Evropa

International Lesbian and Gay Association (ILGA) er heimsins størsta netverk av felagsskapum, ið arbeiða fyri rættindum hjá LGBTarum kring heimin, og hevur virkað síðani 1978.

Á hvørjum ári ger evropeiska deildin, ILGA-Europe, eitt drúgvt yvirlit yvir støðuna hjá sam-, tví- og tvørkyndum fólkum – eisini rópt LGBTarum – í Evropa.

Yvirlitið vísir m.a. hvørja trygd, hvønn stuðul, hvat frælsi og hvørji rættindi tey ymisku londini í Evropa veita sínum LGBT borgarum. Felagsskapurin hevur ásett eitt ávíst prosenttal til hvørji rættindi, trygdarveiting, frælsi, stuðul ella lógarbroyting, ið eru til fyrimuns fyri sam-, tví- og tvørkynd. Samlaða prosenttalið gevur viðkomandi landi eitt pláss á árliga yvirlitinum hjá felagsskapinum. Enn er onki land í Evropa, ið megnar at liva 100% upp til allar 46 ásettu málsetningarnar hjá ILGA-Europe, hóast Malta er við nærkast.

 

Malta og Norðurlond á odda

Sambært seinasta yvirlitinum, ið varð kunngjørt í mai 2018, er Malta á odda á listanum. Malta veitir heili 91% av øllum ásettu rættindunum til sínar LGBT borgarar. Belgia er nr. 2 við 78%, Norra er nr. 3 við 77%, Finnland, Bretland og Frakland deila fjórða plássið við 73%. Danmark er á 8. plássi og Svøríki á 10. plássi.

Tætt í hølinum á hesum londum, eru flestu londini í Vesturevropa. Longur eystur vit fara, verri verður støðan. Allar ringast stendur til í Russlandi, Aserbadjan, Armenia og Turkalandi.

 

Føroyar farin frá 17% til 42%

Fyri fáum árum síðani kundi Føroyar spegla sær í eysturevropeisku londunum, tá tað kom til at veita javnrættidni til sínar LGBT borgarar. Í 2013 veittu Føroyar bara 17% av møguligum rættindum til LGBTarar, eins og tey tá gjørdu í Hvítarusslandi, Bulgaria, Kosovo og Turkalandi.

Síðani er nógv broytt í Føroyum. Tí um vit seta Føroyar inn í yvirlitið hjá ILGA- Europe í dag, so veita Føroyar nú 42% av ásettu rættindunum til sínar LGBT borgarar. Sostatt kunnu vit nú sambera okkum við Sveits, Montenegro, Ísland og Estland. Men enn er langt á leið fyrr enn føroyskir LGBT hava somu rættindi somu í flestu øðrum Norðurlondum og annars tættastu grannalondum okkara.
Eitt nú kann nevnast, at í Føroyum er tað enn loyvt at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum vegna m.a. kynsliga sannføring og kynsligan samleiki. Kynslig sannføring og samleiki er heldur ikki partur av føroysku hatursbrotsverkslógini (§ 81, nr. 6 í Revsilógini). Fólk av sama kyni kunnu ikki gerast viðforeldur hjá biologisku børnunum hjá sínum maka av sama kyni. HPV-koppsetingin er bara ókeypis fyri gentur og ikki drongir. Møguleiki er ikki fyri jurdiskum kynsskifti í Føroyum, eins og samkyndir menn ikki sleppa at lata blóð.

LGBT Føroyar fegnast um jaligu gongdina í Føroyum, men ásannar samstundis, at enn er langt á mál fyrr enn føroysk sam-, tví-, og tvørkynd eru javnsettir borgarar í Føroyum. Javnrættisstríðið hjá rørsluni heldur tí fram.

Faroe Pride 2018 verður sum vanligt 27. juli 2018 í Tórshavn.

Harleyfacadeacryl