Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur skjótt at fiska makrelin

Txt:John William Joensen. Myndir: Oliver Joensen

Tað gongur rættiliga væl við makrel fiskiskapinum og vantandi verður felagskvotan uppfiskað innan eitt samdøgu. Í løtuni liggja skipini og bíðja á Tvøroyri og Fuglafirði tí virkini klára ikki at taka ímóti. Norðborg noyddist inn tí so nógvur makrelur var í tangunum at plass var ikki í frystilastini. Tí landaði Norðborg 400 tons í morgun og liggur nú í Kalsoyarfirði og framleiðir restina, sum er umleið 350 tons av lidnari vøru. Vantandi verða teir lidnir at framleiða mikukvøldi. Norðborg fór til fiskiskap leygardagin 13. september.

Christian í Grótinum hevði eini 1.000 tons og landaði ein part í Kollafirði og liggur í løtuni og bíðar eftir landinga tørni hjá Pelagos í Fuglafirði. Makrelkvotan hjá Norðborg røkkur til einar tveir túrar afturat og síðani fer Norðborg at fiskað av sildakvotuni sum er 6.000 tons.