Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur straigh ahead hjá Straight Ahead.

John William Joensen

Straight Ahead tekur uppgávuna seinni í summa í álvara – Alt hetta vikuskiftið hava teir vant í einum trongum kjallara, fullum av leiðningum, sveitta, nakað av øldunsti og hópin av rokki.

Jørgen Dahl var komin úr Danmark og ein gamal kenningur hjá bólkinum varð eisini boðin við. Tað er Joe Ndiaye, sum upprunaliga kemur frá Zenigal, men er búðsettur í Noregi og giftur við systur bassspælaranum í bólkinum Archibal Black.
Joe Ndiaye hevur fyrr, við onkur høvi spælt við – Eisini tá ið teir spældu seinast við eina konsert í 80-unum. Joe Ndiaye er ein hollur sangari og trummuleikari/bongu-leikari.
Vit sluppu at sníkja okkum inn í trongu venjingarhølini at lurta eina løti –Eins trongt og sveittakennt og í gomlum døgum; so umhvørvið var har – og andin var yvir teimum. Tað ljóðaði júst sum í gomlum døgum! Tó kanska ljóðgóðskan lyft eitt fet við tí almáttugu tøknini, sum í dag er tøk og sleppur at spæla við.
Tað standa enn fleiri krossar í almanakkanum hjá Straight Ahead. So vit hava nógv at gleða okkum til við hesum miðaldrandi monnunum til Summarfestivalin ´05. Menn sum taka uppgávuna í stórsta álvara – júst sum í ”gomlum døgum”.
Við í Straight Ahead eru: Archibald Black, Jørgen Dahl, Heri Ellingsgaard, Mikkjal Hvannastein og Høgni Klakkstein – Gestaleikari/sangari: Joe Ndiaye

Dávur Winther