Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur væl at selja atgongumerki til AL Gore

John William Joensen

– Tað eru í løtuni 50 atgongumerki eftir og seinastafreist er í dag kl. 16, verður sagt úr Vinnuhúsinum. Hóast granskingarumhvørvið hevur sera stóran áhuga fyri ráðstevnuni so kundi áhugin verið størri frá Fiskivinnuni, verður sagt.

Frá vinnuhúsinum verður sagt at sølan av atgongumerkjum til veðurlagsráðstevnuna í Norðoyrlandahúsinum har m.a. fyrrverandi amerikanski varðaforsetin Al Gore, skal halda fyrilestur, gongur væl.

– Vit eru farin upp um 300 atgongumerki, sum er tað sum vit høvdu sett sum mál.

– Tað eru serliga stovnar og stórar vinnufyritøkur sum hava keypt atgongumerki og eingin ivi er um at ráðstevnan hevur fingið sera góða móttøku millum tey sum arbeiða innan gransking.

– Eisini er áhugið millum politikarar fyri stevnuni og fólk sum arbeiða innan umhvørvið uttanlanda hava eisini keypt atgongumerki.

Fiskivinnan svíkur
– Tað hevði tó verið ynskiligt at fiskivinnan var betri umboða á stevuni.
– Millum mongu fyrilestrarnar eru nógvir sum viðgerða havumhvørvið, orku og øðrum sum viðvíkur fiskivinnuni.
– Nøkur stór virki og reiðarríð hava keypt atgongumerki men vit halda tað verða spella at áhugin fyri stevnuni ikki hevur størri áhugað í fiskivinnuni.

———-

Sum sagt so verður sagt frá Vinnuhúsinum at í løtuni eru umleið 50 atgongumerki eftir og seinasta freist at ogna sær atgongumerki er kl. 16 í dag.

Atgongumerkjaprísurin er kr. 6.800,-