Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað gongur væl hjá Fossafitness

Norðlýsið

Fossafitness á Fossanesi hevur havt støðuga framgongd síðan tað læt upp seinasta summar, men tey eru meir enn fús at taka ímóti fleiri gestum.

Fitness bylgjan tykist at hava fingið rættiliga fatur á norðoyingum. Fossafitness opnaði fyrst í juni mánað í fjør, og hevur havt eina støðuga framgongd av fólki, sum koma til venjing. Vibeke Simonsen, ið hevur dagligu leiðsluna av Fossafitness, sigur, at tey hava nógvar vitjanir hvønn dag, men at tey eru meir enn fús at taka ímóti enn fleiri gestum.

Á Fossafitness eru trý høli, við ymiskum sløgum av venjingartólum. Í eina rúminum eru tól, sum hjálpa fólki við at styrkja ryggin og búkvøddarnar og eitt tól til at stramma rumpuna. Eisini eru sokallaðu ultratonararnir vælumtóktir.
– Tað eru fleiri, ið dáma serstakliga væl ultratonarnar, sum gevur eina fjølbroytta likamsvenjing. Dámurnar koma og tendra fyri videomaksinuni har ein instruktørur leiðbeinir og m.a. økir um skjótleikan á venjingini.
– Eitt annað tól sum eisini er vælumtókt í hesum rúminum er ‘rumpu ristarin’. Hann er serstakliga góður til at stramma endan við og hjálpir eisini við at minka um appilsinhúð, sigur Vibeke.

Í næsta rúminum eru tól til rygg- og styrkivenjing. Her er møguleiki at økja um styrkina í teimum ymisku vøddunum. Um tú ætlar at fáa størri vøddar á kroppin, ella um tú ynskir at styrkja teir, so kanst tú gera tað í hesum rúminum. Inni í hesum rúminum eru eisini swissbóltar, sum eisini eru góðir til ymisk sløg av venjingum.

Vibeke sigur, at runt í venjingarhølunum eru skelti sett upp, sum greiða frá hvussu tey ymisku venjingaramboðini kunnu brúkast. Harafturat finnur tú eisini leiðbeiningar til eina fullfíggjaða likamsvenjing, sum kemur runt til ymisku vøddarnar á kroppinum. Um tær tó tørvar hjálp til eitthvørt, so er altíð møguleiki at fáa fatur á Vibeke, sum sjálv býr saman við manninum Gunnari í ovaru hæddini á húsinum har Fossafitness heldur til.
– Eg eri næstan altíð í húsinum. Um eg ikki eri í venjingarhølunum, so er ein ringiklokka, sum tú kanst trýsta á og so eri beinanvegin fús til at hjálpa og leiðbeina, sigur Vibeke.

Í triðja rúminum eru steppmaskinur, rennibond, kondisúklur og rógvimaskinur. Ikki kann sigast annað, enn at møguleikarnir fyri einari hollari likamsvenjing eru sera góðir í Fossafitness. Róðrarfólk í Norðdepils og Hvannasunds Róðrarfelag brúka eisini javnan rógvimaskinurnar fyri at halda seg í góðari venjing.

Umframt sjálv venjingarhølini er eisini ein køkur, sum tey vitjandi kunnu hvíla í, samstundis sum tey fáa sær okkurt leskandi.
– Tey, sum kanska ikki eru so væl fyri likamliga, dáma væl at fara inní køkin og sita niðri eina løtu ímillum tær ymisku venjingarnar. Tær eldru dámurnar, sum ofta venja um morgnarnar, sita og práta og hava tað hugnaligt saman í køkinum, áðrenn tær fara til næstu venjingina á skránni. Tey ungu enda ofta við at fáa sær okkurt at drekka, áðrenn tey fara heim eftir lokna venjing, sigur Vibeke at enda.

Fossafitness hevur dagliga opið frá kl. 10:00 – 22:00. Sunnudag er tó soleiðis opið: 14:00 – 18:00