Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað heila er í totalari upploysn

John William Joensen

sigur fyrrverandi løgmaður, Annfinn Kallsberg, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst um løgmaður bara ætlar at halda fram

– Eg má bara staðfesta at alt tað heila er í totalari upploysn.

– Eg skilji slett ikki at ein løgmaður, sum hevur kallað inn til fundar í lítlusamgongu – og sitið saman við hinum leiðarunum í samgonguni og gjørt eina politiskasemju – nú skal leypa frá sínum egnu orðum og siga at eingin semja er.

– Tað, sum formaðurin í Sambandsflokkinum, segði við útvarpið í døgruðatímanum kann ikki skiljast á annan hátt enn, at hann nú eisini er lopin frá semjuni.

– Baði Jørgin Niclasen og Kristian Magnusen vóru á fundi við formannin í Sambandsflokkinum og teir siga báðir at talan var um eina politiska semju.

– Eftir fundin sendi løgmaður eitt tíðindaskriv út har hann undirstrikaði at um broytingaruppskotið, sum lítla samgongan samdist um,  ikki bleiv samtykt – so útskrivaði hann nýval.

– Um avtalan, sum var gjørd í lítlusamgongu, ikki verður hildin – dugi eg ikki at síggja hvussu vit kunnu halda fram í samgonguni.

– Tað er fullkomuliga ábygdarleyst at halda fram tá samgongulimir kunnu gera sum teimum lystir.