Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað henda spennandi ting í KÍ

John William Joensen

sigur Hjalgrím Elttør sum seinrapartin undirskrivaði nýggjan sáttmálan við KÍ.

Seinrapartin undirskrivaði Hjalgrím Elttør, undir sáttmála við KÍ og sjálvur er hann ikki í iva um at hetta var ein røtt avgerð hóast hann eisini hevur verið í samband við annað felag.
– Eg haldið at tað henda spennandi ting í KÍ í løuni og við Tony Paris á odda er tað eingin ivi um at tað er í Klaksvík ein skal vera.
– Tony Paris er ein maður sum hevur úrslit at vísa á og hann vil vinna og tað er hetta sum ger tað spennandi at skrivað undir sáttmál við KÍ.
– Hansara sterkastu eginleikar er at hann trýr upp á seg sjálvan og eisini dugur sera væl at fáa leikarar at trúgva upp á seg sjálvar.
– Eg havi tosað við Tony Paris og eri eg ikki í iva um at hann kann menna meg sum leikara.
Hjalgrím Elttør heldur ikki at KÍ hevur verið nógv verri enn hini líðini í ár, men seinastu árini eru nógv keðilig ting hend í KÍ og tað er eingin ivi um at hetta eisini hevur smitta á leikararnar.
– Men nú er støðan ein onnur og sum sagt so trúgvi eg at tað tey komandi árini verður sera spennandi at vera fótbóltsleikari í Klaksvík og tí ivist eg onga løtu í at hetta var ein røtt avgerð.