Nú Atlantic Navigator hevur verið til fiskiskap í umleið 12 dagar, høvdu teir góð 550 tons inni av surimi og um 100 tons av mjøli.
Sum Norðlýsið frættir, so hevur tað ikki staði á hjá Atlantic Navigator at fáa svartkjaft hendan túrin teir eru vestur úr Írlandi í altjóða sjógvi.
Teir hava fingið upp ímóti 100 tons av liðnari vøru niður um dagin, og tað verður mett at vera gott.




