Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað hevur ikki hildnast so væl í seinastuni

Oliver Joensen

-hesi vórðu orðini frá Atlantic Navigator í kvøld. Veðrið hevur verið av tí allarbesta allan túrin, mesti vindurin er í kvøld, tó ikki meiri enn 10 m/sek.

Tú kanst heilsa øllum heima og ynskja reiðaríði og okkara kæru einar gleðiligar páskir, og siga frá okkum at vit hava tað øll gott, men kundu ynskt at fiskiskapurin var betur enn vit hava havt hesa seinastu vikuna.
Atlantic Navigator hevur nú 766 tons av surimi inni og góð 250 tons av mjøli. Meginparturin varð fiskaður fyrstu vikuna, ímeðan fiskiskapurin hevur verið lakari hesa vikuna.
Tey rokna við, at fiskiskapurin har tey eru nú, einar 160 fjórðingar norður vestur úr Rock All er um at vera av. Nótabátarnir hava fingið nakað í føroyskum sjógvi, hóast tað enn ikki hevur ljóðað av so nógvum, at Atlantic Navigator hevur hildið orsøk verið til at tikið leiðina norðureftir, men tað verður kanska tað næsta.
Tá vit spurdu hvussu tey høvdu tað, søgdu tey, at tey kundu ikki klagað. Kokkarnir fara væl um okkum. ídag fingu vit laks við kaviar og øllum møguligum góðum til forrætt og til høvuðsrætt fingu vit svínalundir í súrsøtari sós, so vit hava als onki at vera misnøgd við í so máta. Bert kundu vit ynskt at vit fingu eitt vet meira av fiski, men tað man fara at koma.