Tað sigur Livar m.a. um døgnið, sum farið er afturum. Men nú er líkt til at veðurforsøgnin sær eitt sindur hugaligari út. Farna døgn róðu teir 61 fjórðingar.
Tað sigur Livar m.a. um døgnið, sum farið er afturum. Men nú er líkt til at veðurforsøgnin sær eitt sindur hugaligari út. Farna døgn róðu teir 61 fjórðingar.
Robert Gardar dagførir tvær ferðir um døgnið. Hetta er tað seinasta frá honum:
Fyri lítlum tíma síðani: Avalon stríðir seg enn ímóti streyminum, ið roynir at trýsta teir norðuryvir og ger tað trupult at vinna seg fram á leið.
Tíðina brúka teir at fortelja søgur hyggja eftir sjófuglun og fiska. Og so líka ein onnur fiskisøga, Pete Fleck fekk ein Dorado á húkin og bardist við hann í 40 minuttir og skuldi til at hála hann umborð við hjálp frá Livar, men teir mistu hann á stokkinum.
Tað vildi verið gott við eitt sindur av feskum fiski, men tað skuldi so ikki verða hesaferð.
Annars boða teir frá, at lagið enn er av tí besta. Vónin er at veðurforsøgnin kemur at passa hesaferð, tí teir skuldu fingið vindin við frá í dag av og róð undan allan vegin til Barbados.
12 tímar síðani: Tað bleiv til 61 fjórðingar (113 km / 70 miles) hetta 25’nda døgnið. Eitt døgn har teir hava havt skiftandi veður, og har tað til tíðir hevur regnað sera illa.
Hóast teir til tíðir hava sitið gjøgnumbloyttir hava teir havt yvirskot til at syngja felagssang tær løturnar tá turt hevur verið.




