Hóast vindurin er nógvur so hevur higartil eingin skaði verði í Klaksvík, sigur Finnur Hansen, leiðari á sløkkiliðsstøðini
– Vit hava koyrt runt í býnum fyri at hava eyguni eftir ymiskum, men annars hava vit onga fráboðan um skaða fingið higartil.
– Vit hoyra um stóran skaða aðrastaðni, men í Klaksvík hevur verið stak friðarligt.
– Vit hava verið í samband við sløkkiliði i Gøtu og bjóða okkum at sent nakrar mans at hjálpa til – men sum eg skilji so eru teir í bíðistøðu í løtuni, tí tað er hættisligt at verða uttandurða í løtuni, vóru boðini vit fingu úr Gøtu.




