Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað kostar at krevja sín rætt

John William Joensen

Fyri løtu síðan fingu vit viðmerking frá Føroya Løgmanni sum er staddur á Bermuda og hann sigur at lítið nýtt var í útmeldingunum frá Mariu Damanaki í kvøld.

Fyri løtu síðan fingu vit viðmerking frá Føroya Løgmanni sum er staddur á Bermuda og hann sigur at lítið nýtt var í útmeldingunum frá Mariu Damanaki í kvøld.

Sum eg skilti tað sum ES kommiserurin segði í kvøld, so er einki nýtt í málinum og hon svaraði heldur ikki spurningum um tað verða nøkur handilstiltøk ella ikki. Hon segði bara at kommisjónin fór at koma við eini niðurstøðu í endanum av mánaðinum og eg eri sannførdur um at tað ikki verður lætt hjá ES at seta tiltøk í verk.

Landsstýrið hevur sent ES bræv har vit m.a. vísa til havrættarsáttmálan sum sjálvt tey stóru – sum ES jú er – eisini mugu virða.

Eg kann ikki fara í smálutir men eg beit merki í at hon sneið sær uttan um løgfrøðiligu spurningarnar.

Eg kann ikki við vissu siga um hetta ella hatta ferð at henda ella ikki – men eg kann við vissu siga at tað kostar at krevja sín rætt – sum Føroyar hava valt at gera.

– Vit hava gjørt greitt at vit eru til reiðar at koma til samráðingar, men vit kunnu ikki lata okkum linda at ES roynir at trýsta okkum við at hótta við handilsforðingum, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen, við Norðlýsið í kvøld.

SÍ VIDEO frá tíðindafundi í BRUXELL í kvøld