Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað liggur meir til B36 sunnudagin

Jákup Ósá

Greining: Serliga kann størri hvíld vera ein fyrimunur hjá B36 sunnudagin, tá KÍ vitjar í Gundadali.

Sunnudagin er toppdystur í Effodeildini, tá nummar trý, B36, tekur ímóti nummar eitt, KÍ. Talan er um 15. umfar í Effodeildini, har seks stig skilja liðini. Millum hesi bæði liðini liggur Víkingur, sum spælir ímóti NSÍ, ið er nummar fýra, leygarkvøldið.

B36 er favorittur

Tað slepst ikki uttanum, at hóast KÍ er oddalið, so er B36 favorittur til dystin sunnudagin, sum veddingarfyritøkurnar eisini siga. Tað eru eftir okkara tykki fýra høvuðsorsøkir fyri hesum, ið vera lýstar niðanfyri.

1. Størri hvíld

Kanska høvuðsorsøkin fyri, at B36 mest sannlíkt vinnur dystin. KÍ hevur fýra dagar frammanundan spælt eina helst harða hálvfinalu í steypakappingini á útivølli móti NSÍ. KÍ hevur spælt fleiri dystir enn B36 seinastu tíðina, so KÍ leikararnir eru neyvan optimalt fyri reint fysiskt. Hinvegin hevur B36 havt eina heila viku at fyrireika seg í. Søgan sigur okkum eisini, at tað ofta kostar í landskappingini at koma langt í steypakappingini. Tí liggur hesin dysturin væl fyri hjá B36, ið onga steypakapping hevur at hugsa um.

2. Heimavøllurin í Gundadali

Dysturin verður spældur í Gundadali, og har tapir B36 ikki, meðan KÍ næstan ikki vinnur dystir har, um vit taka seinastu árini. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur KÍ tapt, tá liðið hevur spælt í Gundadali, meðan B36 ikki hevur tapt landskappingardyst á heimavølli síðani 2014. Síðani til og við 2012, so hevur KÍ bara tvær ferðir vunnið í Gundadali, og tá var sigurin í 2014 á B36 rættuliga heppin, um ein hyggur eftir leikgongdini. Heimavøllurin er ein stórur faktorur afturat, sum peikar á B36.

3. Sterkari B36 lið enn fyrr í ár

Nakað annað, ið hevur týdning fyri dystin sunnudagin er, at vit helst koma at síggja sterkastu útgávuna av B36 higartil í ár. Leikarar sum Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Alex Mellemgaard, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson og Sebastian Pingel eru nú tøkir aftur allir í senn eftir skaðar og harafturat fær B36 nú Oddmar Færø aftur á liðið. Hann var í fjør Føroya besti miðverjuleikari. Tí er tað ein sterkari útgáva av B36 enn vit hava sæð kanska allar dystirnar fyrr í ár. Vansin kann tó vera, at fleiri av hesum leikarunum hava spælt fáar dystir og tí ikki enn eru í optimala dystarforminum.

4. Størri motivatión

Til seinast er tað so motivatiónin, sum kann blíva á muni. KÍ hevur seinastu tíðina spælt eina røð av týðandi dystum, har hesin dysturin kanska bara er ein av fleiri týðandi dystum, meðan tað hjá B36 helst er hesin eini dysturin, sum er størri enn nakar annar higartil í ár, tí at hjá B36 er neyðugt at vinna. Tí verður tað helst eitt sera uppsett B36 lið, sum á heimavølli skal vísa oddaliðnum, at teir framvegis eru partur av oddastríðnum. KÍ hevur á stigatalvuni ráð til bæði at tapa og spæla javnt, tí oddasessurin er tryggjaður eisini eftir hetta umfarið, og tað kann gera tað trupult hjá KÍ, um tann tankagongdin er galdandi, tí móti B36 í Gundadali hevur KÍ ongan møguleika uttan so, at avrikið er nær við optimalt. Tað at B36 í nógv størri mun má vinna, kann fáa týdning.