Tað sigur Óli Olsen, skipari á Havsbrún. Havsbrún kom inn eftir Vágni fyri lítlari løtu síðani. Vit fingu orðið á Óla Olsen, skipara á Havsbrún. Óli sigur, at tað hevur gingið stak illa hjá stóru snellubátunum, ið royna við snellu eftir upsa á várleiðini norðanfyri í ár.
Vit vóru fýra bátar úti nú, og ongin okkara fekk nakað. Vit hava verið úti í tríggjar dagar og avreiða 5000 pund, tað er millum nakað og onki. Nei, sigur Óli, “upsin doyr ikki á várleiðini”. Í fjør fingu vit upsa á várleiðini 15. februar, men enn hevur onki verið at fingið í ár.




