Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað loysir seg at fiska um jólini

John William Joensen

Línubátarnir hava havt brúkiligan fiskiskap og snellubátarnir fáa nógvan upsa.

Meinhard Joensen, á Fiskavirking sigur at tað sær út sum um at fiskiskapurin er góður – sum hann plagar at verða hesa árstíðina.

– Prísurin er eisini brúkiligur og tað vísir seg at um høgtíðina er lítið útboð av fiski á marknaðinum og tí eru prísirnir eisini góðir.

– Upsaprísirnir hava verið góðir – men so skjótt sum stórar nøgdir koma á marknaðin so fer prísurin eisini niður.

– Nógv verður tosða um at fiska á jólum, men tað er eingin loyna at hjá teimum sum velja at fiska um høgtíðirnar loysir tað seg.

– Orsøkin er sum sagt at á heimsplán er munandi minni útboð av fiski á marknaðinum um høgtíðirnar.