Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað loysti seg at tippa sum Regin

Jákup Ósá

Regin Sivertsen vann HM tippikappingina og vit hava hugt eftir, hvussu tað bragdaði, um ein tippaði sum hann.

64 dystir vóru leiktir í HM endaspælinum. Á Norðlýsinum tippaðu tríggir royndir tipparar allar dystirnar og vinnari bleiv Regin Sivertsen. Hann hevði 36 dystir rættar av 64 dystum. Men hvussu hevur so hilnast, um vit seta oddsini upp ímóti hvørjum øðrum. Niðanfyri at vit hugt eftir teimum 36 dystunum og hvørji odds blivu givin til hesi.

Regin tippaði hesar dystirnar rættar og her hava vit sett, at hann hevur sett 100 kr. á hvønn dyst.

Brasil-Kroatia 1 1,32 – 132 kr

Mexico-Cameroon 1 2,25 – 225 kr

Chile-Australia 1 1,40 – 140 kr

Kolumbia-Grikkaland 1 1,90 – 190 kr

Fílabeinsstrondin-Japan 1 2,75 – 275 kr

Frakland-Honduras 1 1,30 – 130 kr

Argentina-Bosnia-Herzegovina 1 1,35 – 135 kr

Týskland-Portugal 1 2,15 – 215 kr

Belgia-Algeria 1 1,32 – 132 kr

Russland-Suður Korea x 3,60 – 360 kr

Australia-Holland 2 1,18 – 118 kr

Kameroon-Kroatia 2 1,55 – 155 kr

Japan-Grikkaland x 3,40 – 340 kr

Sveis-Frakland 2 1,77 – 177 kr

Honduras-Ekvador 2 1,58 – 158 kr

Argentina-Iran 1 1,13 – 113 kr

Belgia-Russland 1 2,10 – 210 kr

Holland-Chile 1 2,70 – 270 kr

Australia-Spania 2 1,40 – 140 kr

Cameroon-Brasil 2 1,15 – 115 kr

Italia-Uruguay 2 2,80 – 280 kr

Kosta Riga-Ongland x 3,90 – 390 kr

Japan-Columbia 2 2,0 – 200 kr

Nigeria-Argentina 2 1,45 – 145 kr

Bosnia Herzegovina-Iran 1 2,25 – 225 kr

Honduras-Sveis 2 1,50 – 150 kr

Ekvador-Frakland x 4,10 – 410 kr

Portugal-Ghana 1 2,0 – 200 kr

USA-Týskland 2 1,55 – 155 kr

Suður Korea-Belgia 2 1,70 – 170 kr

Holland-Meksiko 1 1,97 – 197 kr

Frakland-Nigeria 1 1,47 – 147 kr

Frakland-Týskland 2 2,60 – 260 kr

Brasil-Columbia 1 1,75 – 175 kr

Argentina-Belgia 1 1,95 – 195 kr

Brasil-Týskland 2 2,80 – 280 kr

Tilsamans tippaði Regin Sivertsen 36 dystir rættar av teimum tilsamans 64 dystunum ella 56,25%.

Hevur tú brúkt 100 kr. pr. dyst og bara tippað ein dyst á sama seðil, so hevur tú brúkt 6400 kr. og vunnið 7309 kr.

Hevur tú brúkt 500 kr. pr. dyst og bara tippa ein dyst á sama seðil, so hevur tú brúkt 32000 kr. og vunnið 36545 kr.

Hevur tú brúkt 1000 kr. pr. dyst og bara tippa ein dyst á sama seðil, so hevur tú brúkt 64000 kr. Og vunnið 73090 kr.

Endaliga støðan bleiv:

1. Regin Sivertsen 36 stig

2. Kristian Joensen 32 stig

3. Ragnar Joensen 28 stig

Fyri at vinna kappingina fekk Regin Sivertsen gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár.