Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”tað munar”

Oliver Joensen

Leygardagin 30. mai verður landsinnsavningin hjá Bláa Krossi. Landsinnsavningin hevur fingið arbeiðsheitið “tað munar”.

Orðingini kann týðast á tvinnanda hátt – at arbeiðið hjá Bláa Krossi, ið ger eitt hjálpandi arbeiði fyri fólk við rústrupulleikum, munar. Men tað merkir eisini, at vit øll kunnu gera mun. Við at geva eina peningagávu í bússurnar, sum verða bornar í hvørt hús leygardagin 30 mai.

Innsavnaði peningurin fer til viðgerð, umsorgan og fyribyrging, sum eru tey trý økini, sum arbeiðið hjá Bláa Krossi er býtt upp í.
Viðgerðin er fyrst og fremst alt virksemið á Blákrossheiminum. Ætlanin er at betra um umstøðurnar fyri viðgerðini við einum nýggjum viðgerðarheimi, og fer partur av innsavningini til hetta endamál.
Umsorgan er umsorganarheimið í Grønulíð, har pláss er til 7 fólk, sum annars ikki hava nakað stað at búgva, búfelagsskapirnir í Kongagøtu og Tórsgøtu, har fólk kunnu búgva, ið hava verið bundin av rúsdrekka ella øðrum rúsandi og eru á veg út aftur í samfelagið. Síðan er tað Blákross Kafé’in, sum er eitt dagtilhald, har tað ber til at vera í einum rúsfríum umhvørvi.
Í orðinum fyribyrging liggur, at royna at steðga trupulleikanum, áðrenn hann byrjar. Tí vitjar Blái Krossur skúlaflokkar, konfirmantar, ungdómsmøtir o.a. fyri at greiða ungum frá vandanum við rúsevnum. Eisini eru skeið fyri avvarðandi hjá rúsmisnýtarum. Hesi eru í størri vanda fyri at enda í misnýtslu enn onnur.

Stórur tørvur er á hesum arbeiði í Føroyum. Í fjør var talið av ungum og kvinnum, sum vóru í viðgerð á Blákrossheiminum, størri enn árini framman undan. Eisini eru fleiri og fleiri, sum koma í viðgerð fyri harðari rúsevnir.

Við landsinnsavningini ætlarBlái Krossur at koma runt alt landið, so øll fáa møguleika at gera mun, og hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri, og hava tøv á hjálp.

Harleywoodpaint