Bátar krevja at skunda sær, um teir vilja hava pláss norðuri í Klaksvík á Summar Festivalinum; tí tað eru ikki nógv pláss eftir nú. Ið hvussu er at síggja til.
Bátar krevja at skunda sær, um teir vilja hava pláss norðuri í Klaksvík á Summar Festivalinum; tí tað eru ikki nógv pláss eftir nú. Ið hvussu er at síggja til.
Tað kundi verið áhugavert at kanna, hvussu nógv fólk eru norðuri í Klaksvík um vikuskiftið. Soviplássini gerast, ið hvussu er, nógv fleiri við bátum, húsvognum og tjøldum.
Í gjár streymaðu bátar inn eftir fjørðinum til tess at fáa eitt gott pláss við bátabrúgvarnar. Nú eru sera fá pláss eftir.
Ein kona fortaldi undirritaða, at hon hevði roynt at talt bátarnar, ið komu inneftir. Men hon mátti gevast at telja, tí hon misti talið av tí stóra flotanum.
Úti við 250 húsvognar hava bílagt sær pláss til Summar Festivalin. Tað, sum enn er ógreitt, er hvussu nógv tjøld verða uppsett á Akursmørk. Tað fáa vit eina hóming av í kvøld, tá ið tjaldingarøkið á Akursmørk letur upp.




