Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað regnar í Molde

Oliver Joensen

KÍ áskoðararnir í Molde eru í morgun farnir bussútferð, meðan teir bíða eftir spennandi dystinum í kvøld

Veðrið er einki serligt í Molde í morgun. Tað regnaði í gjárkvøldið, tá ið KÍ vandi á vøllinum, seinni í gjárkvøldið var turt, men í nátt og í morgun hevur aftur regnað. Á gistingarhúsinum, har KÍ viðhaldsfólkini búgva, verður sagt, at hetta er fyrsti eitt sindur heystligi dagurin. Veðrið hevur annars verið framúr gott í nógvar vikur. Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður eitt sindur váttligt í kvøld, tá ið Molde og KÍ skulu spæla. Hetta er heilt víst ikki KÍ til fyrimunar, tí føroyskir fótbóltsspælarar eru minni vanir við grasvallir, enn teir í Molde eru, og teir eru sjálvandi uppaftur minni vanir við vátar grasvallir, enn norsku mótstøðumenninir í kvøld eru.
Fyrireikingarnar hjá spælarunum ganga síns gongd. Eftir at áskoðararnir vóru komnir frá morgunmatarborðinum, sóu teir spælararnar fara rennandi framvið.
Einir tjúgu av áskoðarunum fóru nú klokkan ellivu bussferð. Teir skuldu koyra til eitt pláss, sum er ein tíma frá gistingarhúsinum. Undir krígnum høvdu týskarar eina støð í hesum plássinum. Roknað varð við, at ferðin fór at taka einar tríggjar tímar.
Lagið er gott, og øll hava tað gott og biðja heilsa heima.