Føroyagrunnurin er ikki positivur fyri royndunum at endurreisa Kósavirkið, váttar Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood.
Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, ger greitt at í løtuni sær svart út fyri Maru Seafood.
– Føroyagrunnurin, sum fekk nógv burturúr tá vit keyptu Kósavirkið, vil ikki vera við og tí sær íkki gott út fyri at úrslit fer at spyrjast burtur úr arbeiðinum at endurreisa Kósina.
– Vit hava ikki fingið nakrar grundgevingar fyri hví teir ikki eru positivir, men kunnu bara staðfesta hetta.
– Tað eru tó fleiri sum eru positiv, men higartil hevur tað ikki verið nóg mikið.
Jóhan Páll Joensen sigur at teir arbeiða framhaldandi við at finna eina loysn, men hann vantar ikki at long tíð gongur fyrr enn støðan má gerast upp.
– Ferð samtakið hjá okkum á húsagang so kunnu aðrir koma inn at royna seg – men tað verður munandi truplari hjá teimum at endurreisa virksemið á Kósini.
– Til tess skal góðkenning til frá heilsumyndugleikunum og krøvini eru sera stór í samband við nýtt virksemið, sigur Jóhan Páll Joensen.
Hann váttar at teir hava fingið tilsøgn um stuðul frá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, men sigur at Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur sagt at tær ikki ynskja at verða við.




