Úr Havnini frættir Norðlýsið, at samráðingarpartarnir fyri stuttum vildu hava váttan frá løgmanni um at uppskotið ikki bleiv lagt fram.
Eftir øllum teknum í sól og mánað, sær út til at samráðingarpartarnir, í hvussu so er onkur, sær møguleikar í víðari samráðingum. Frá vælvitandi keldum, frætta vit nú í kvøld, at samráðingarpartarnir hava viljað havt váttan frá løgmanni um, at uppskotið ikki verður lagt fram fyrr enn samráðingarnar eru liðnar.
Hetta bendir á at vit hóast alt fara at fáa eina semju ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, tí fyrr ídag ljóðaði at løgmaður bert vildi geva teim stutt skoðbrá at samráðast í, áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið, men sum skilst hevur løgmaður eftirlíka ynskinum hjá samráðingarpørtunum.




