Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað sigur (ikki) seg sjálvt, at føroyingar tosa føroyskt

Føroyamál

”Í Føroyum tosa vit føroyskt. Men tað er ikki ein fjarur tanki at hugsa sær, at vit tosaðu danskt. Tí danskt var einaferð við at troka føroyskt burtur. Í Hetlandi megnaðu tey ikki at standa ímóti trýstinum frá enskum, og norn – teirra móðurmál – doyði út. Nú er danskt ikki avbjóðingin hjá okkum longur, men enskt. Vit mugu ikki enda í somu støðu sum hetlendingar.”

 

Hesi álvarsorð eru at lesa á ymiskum floglepum, sokallaðum ’flyers’, sum í hesum døgum verða bornir út til ymiskar almennar stovnar runt landið. Orðini koma frá Føroyamáli, Málráðnum, Námi, Bókadeildini, Føroyar lesa og Vencili, sum eru í holt við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til stóra móðurmálsdagin, sum verður 25. mars 2024.

Móðurmálsdagurin verður í ár hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Nýggj stavsetingarorðabók verður løgd fram á tiltakinum, sum er í tveimum pørtum, men við fjølbroyttari skrá, eitt nú framløgum, hugleiðingum, skemtiligum innsløgum og góðum føroyskum tónleiki. Teknmálstulkur er eisini við á degnum.

Stuttfluttur matur og drekka frá Føroya Bjór.

Tiltakið er alment og ókeypis, og skránna kanst tú síggja her.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.