Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað skal samráðast av nýggjum um samanlegging

John William Joensen

sigur borgarstjórin í Hvannasundi, Júst Poulsen, sum ætlar at atkvøða NOY til fyriliggjandi uppskot um kommunusamanlegging.

Borgarstjórin í Hvannasundi hevur allatíðina verið ímóti uppskotinum um samanlegging, sum ein meiriluti í Hvannasunds Kommunu hevur samtykt.

– Eg havi bara eina atkvøðu og hon verður brúkt til at atkvøða NOY. 

– Sjálvur havi eg einki gjørt fyri at ávirkað fólk – tí eg haldið at fólk eiga sjálvi at sleppa at tala. 

– Eg haldi at faldarin, sum bleiv sendur í hvørt hús segði fólki nokk. 

– Har vóru lyfti, sum vit vita ongantíð verða hildin og vísir hetta hvussu langt úti arbeiði hjá meirilutanum er.

Fyri samanlegging
Hóast borgarstjórin fer at atkvøða ímóti uppskotinum um samanlegging, so er hann fyri at leggja saman við Klaksvík.

– Eg fari at arbeiða fyri at vit fáa eina nýggja tilgongd viðvíkjandi samanlegging.

– Hettta verður ein tilgongd, sum skal byggja á álit millum partarnar – har ein tíðarætlan og ein raðfesting av íløgum verður gjørd.

– Uppskotið, sum nú fyriliggur er bara ein røð av lyftum at miðast skal ímóti hesum og hasum, og tí kann tað ikki brúkast.

– Arbeiðshátturin, hjá meirilutanum er ein stór skomm fyri bygdarráði. Teir hava samráðst í eitt heilt ár, men síðani verður alt skunda ígjøgnum í seinastu løtu áðrenn bygdarráðsvalið. 

Harleyfacadeacryl