| Klaksvíkar Kommuna er í ferð við at tilevna eina ferðslutrygdarætlan, ið skal økja um trygdina í ferðsluni.
Ætlanin byggir á sannroyndir frá óhappshagtølum og ferðsluútrokningum, men harumframt biður kommunan eisini borgararnar um at koma við ráðum, – hetta fyri at hava eitt so fjølbroytt grundarlag undir ætlanini sum gjørligt. Trygdarkanning fer fram á alnótini frá 25. november 2014 fram til 7. desember 2014 Leinkja http://www.survey-xact.dk/LinkCollector?key=VLXECLX99P9K Seinasta freist at luttaka í trygdarkanningini er 7. desember 2014. Takk fyri hjálpina. |




