Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tað spældi bara hampuliga væl av í ódnini í nátt

Oliver Joensen

Tað sigur Finn Hansen, Sløkkiliðsleiðari í Klaksvík. Vit fingu tilsamans 16 meldingar um vindskaðar í gjárkvøldið og í dag. Men tað var mest smáskapar sum klædningar, sum rivu og tekjur, okkurt vindeygað negldu vit fyri. Einir átta mans hjá Sløkkiliðnum vóru til arbeiðis í gjárkvøldið og í nátt, vit hildu á til umleið trítíðina í nátt og byrjaðu aftur klokkan níggju tá nýggjar meldingar komu inn og vit góvust u 17.30 tíðina í kvøld.

Sigast má, sigur Finn Hansen, at fólk hava tikið væl upp kring um á ognir sínum, tí var ikki neyðugt hjá okkum at arbeiða við fullari styrki í nátt og í dag. Sum eg segði , so vóru tað bara at kalla smáskaðar.