Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Tað stendur við klettin

Oliver Joensen

Nú veðurmenninir boðað frá stormi og kanska kava, er lag á manni at njóta sólina í dag langafríggjadag. Vit vóru ein túr á Hellisenda í morgun, har høgættin var rættuliga fjálg, sjálvt um lotið kendist kalt uppi á bakkanum. Fleiri høvdu leitað sær út í morgun at njóta góða veðrið. Æðurnar hugnaðu sær eisini og enn stendur stabbin, sum hann var gingin frá fyri umleið80-90 árum síðani. Men tað verður helst ikki leingi.

Ein eldsál er í ferð við at evna til ein kavara, ið skal standa á stabbanum, sum ímyndin av teim eldsálum, sum á sinni svumu á víkini og einaferð tóku seg saman at stoypa stabban. Tað er ein søga fyri seg, sum tú finnur um tú leitar her á nordlysid.fo 

Nógvur aktivitegur er eisini omanfyri Uppsalir omanfyri Horn og Fossar,  sum vit nevndu tað fyrr. Men meira um tað seinni.

Sum sagt, í dag er møguleikin at ganga sær ein góðan túr at njóta sólina og várkomina hóast hóttanir um kava og storm í komandi viku. Tað er bert at fáa upp í lag at lata bilin standa og ganga sær ein túr, Men minst til, lotið er kalt. Góðan túr!

Harleywoodpaint